Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.06.2025 12:43

Høvdu møguleikarnar

Hondbóltssamband Føroya

Føroysku U19-kvinnurnar taptu tepurt, 26-25, í fyrra venjingardystinum móti Íslandi í Vestmanna í dag. Hálvleiksstøðan var 12-12. Føroysku kvinnurnar høvdu møguleikar í ríkiligt mát í seinna hálvleiki, men ov illa var brent.

Talan var um ein javnan dyst, har munurin ongantíð var meira enn trý mál. Bæði liðini spældu við høgari leikferð og var sum heild talan um ein góðan og fyri tað mesta vælleiktan dyst. Føroyar vóru betri størsta partin av fyrra hálvleiki, men kom Ísland uppá javnt til hálvleiks, 12-12.

Ein kann freistast at siga, at Føroyar taptu dystin fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, har risastórir málmøguleikar vóru brendir ferð eftir ferð. Okkara komu tó so líðandi afturíaftur og vóru frammanfyri 25-23 tá fimm minuttir restaðu. Okkara gjørdu tó nøkur mistøk og brendu seinasta løtuna og sigurin glapp til Íslands, 26-25.

Liðini møtast aftur í morgin kl. 16.00 í Høllini við Streymin. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 6 (1)
Joan Rúnadóttir Johansen 4
Rakul Borgarlíð Joensen 4
Marta Agnarsdóttir Højgaard 3 (2)
Ró Reginsdóttir 2
Mira Bendix Laursen 2
Rakul Christiansen 1
Sára Berg á Lag 1
Agatha Kjærbæk Djurhuus 1
Marjun Kristina Jansdóttir 1