Landsbanki Føroya
Búskaparráðið leggur fram temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið hósdagin 17. septembur klokkan 11:00 í Smæruni í Tórshavn. Framløgan verður eisini stroymd og leinkjan verður løgd út á heimasíðuna hjá Búskaparráðnum
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Búskaparráðið ger eina konjunkturfrágreiðing um árið og eina temafrágreiðing.
Limir í Búskaparráðnum eru:
Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef
Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya.