Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.03.2026 21:41

Hópurin til EM í Niðurlondum úttikin

Fróði Benjaminsen er venjari hjá føroyska U19 landsliðnum við dreingjum - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Fróði Benjaminsen hevur sent boð eftir 18 spælarum til EM í Niðurlondum, sum verður spælt frá 25. til 31. mars.

Norðurmakedónia, Moldova og Niðurlond vera mótstøðulondini, tá føroyska U19 landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum fer til Niðurlond, har EM undankapping verður á skránni.

Fróði Benjaminsen er venjari hjá U19 dreingjunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin til kappingina, sum verður spæld frá 25. til 31. mars.

– Niðurlond eru favorittar, men vit trúgva fult og fast uppá, at vit kunnu geva teimum og hinum londunum ein skarpan gang. Vit fara fyrst og fremst eftir at avrika so væl sum tilber, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Málið er sjálvandi at vit spæla okkum víðari, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Ørvur Isfeld, AB
Djóni Sivertsen, B36
Heini Sólheim Guttesen, B36
Jónas Rúnason Samuelsen, B68
Markus Johansen, FC Hoyvík
Eyðtór Eysteinsson Joensen, FC Suðuroy
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Jónas Gaard, HB
Silas Bjarnason Joensen, HB
Tróndur Sjúrðarson, HB
Páll Müller, KÍ
Ezra Lukama, KÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jens Eiler Samsson. Víkingur
Kristian Jacobsen, Víkingur
Dánial Tuy Mørkøre, Vejle BK (Danmark)

Dystaskrá
25. mars Norðurmakedónia – Føroyar
28. mars Føroyar – Moldova
31. mars Føroyar – Niðurlond