Fótbóltssamband Føroya
Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar til EM undankapping í Litava, sum verður frá 10. til 19. apríl.
Tríggir dystir eru á skránni, tá U19 landsliðið við gentum seinni í mánaðinum fer til EM undankapping í Litava.
Tann 12. apríl spæla Litava og Føroyar, tann 15. apríl Føroyar og Moldova, og triðji og síðsti dystur í kappingini verður 18. apríl, tá mótstøðulandið er Kosovo. Allir dystirnir verða spældir á Raudondvario Stadion.
Sigtór Petersen er venjari hjá U19 gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið skal umboða Føroyar í EM undankappingini.
Hópurin
Jakobina Bergsdóttir, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Ró Gray Djurhuus, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Brá Zakariasardóttir, HB
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur
Reima Isaksen, Víkingur
Rannvá við Streym, Víkingur
Karla Sjóstein, KÍ
Birita Mohr, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Sofía Ejdesgaard Hansen, Skála
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)
Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Sara Benjaminsen, FC Nordsjælland (Danmark)
Dystaskráin
12. apríl Litava – Føroyar (kl. 15:30)
15. apríl Føroyar – Moldova (kl. 10:00)
18. apríl Føroyar – Kosovo (kl. 10:00)
