Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2025 22:06

Hópurin til EM í Eysturríki úttikin

U17 dreingirnir skulu í komandi mánað taka lut í EM undankapping í Eysturríki - Mynd: www.MFA.com.mt

Fótbóltssamband Føroya

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til EM undankappingina, sum verður í Eysturríki 8. til 14. oktobur.

Írland, Kosovo og Eysturríki vera føroysku mótstøðulondini, tá U17 landsliðið við dreingjum í oktobur mánað fer til EM undankapping, sum verður spæld í býnum Wiener Neustadt í Eysturríki.

Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U17 dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til EM undankappingina. Og av hesum 18, eru fýra, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

Jákup Kristiansson Poulsen spælir í Esbjerg fB, Tobias Bergkvist spælir fyri SFB – Oure, Nóa Klein Joensen er knýttur at Randers FC, og William Hansen spælir fyri Hvidovre IF.

Hópurin
Bjarti Johansson Hansen, B36
Brestir H. Magnussen, B36
Dennis Stefan Anghel Olaru, B36
Ingolf Olsen, B68
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy
Tummas Jákupsonur Joensen, FC Suðuroy
Dánjal Muller, KÍ
John Ziska Joensen, KÍ
Markus Klein Danielsen, NSÍ
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Djóni Øre, Víkingur
Markus Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Jákup Poulsen, Esbjerg FB (Danmark)
Tobias Bergkvist, SFB – Oure (Danmark)
Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)

Dystaskráin
8. okt. Eysturríki – Føroyar (Wiener Neustadt)
11. okt. Írland – Føroyar (Lindabrunn)
14. okt. Føroyar – Kosovo (Lindabrunn)