Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.03.2026 14:50

Hópurin móti San Marino úttikin

Pól Kallsberg, ið spælir fyri Hillerød Fodbold í Danmark er úttikin til venjingardystin móti San Marino - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til venjingardystin móti San Marino.

Fyribils er ein dystur á skránni, tá A-landsliðið við monnum í komandi viku fer á venjingarlegu í San Marino.

Ætlanin var annars at manslandsliðið skuldi møta Sameindu Emirríkjunum og Singapor seinni í hesum mánaðinum, men orsaka av ófriðinum í Miðeystri, ið hevur tikið seg upp, eru hesir dystir avlýstir.

Í staðin er eydnast Fótbóltssambandi Føroya at fáa avtalu í lag við San Marino, um at Føroyar og San Marino spæla venjingardyst á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 14:00.

Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari, kunngjørdi fyrrapartin mánadagin teir 23, ið hesaferð hava fingið landsliðsboð.

Hópurin
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg) 
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur 
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Noah Mneney, HB Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

Føroyska manslandsliðið hevur tvær ferðir áður møtt San Marino. Í undankappingini til EM 1996 vóru liðini í bólki saman. Fyrri dysturin, sum var á Svangaskarði tann 25. mai í 1995 endaði við 3-0 sigri til Føroyar, og í oktobur sama ár vunnu Føroyar 3-1 á útivølli.