Mynd: FSF
Sigfríður Clementsen hevur úttikið 20 spælarar, ið skulu umboða Føroyar til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia seinni í mánaðinum.
Í døgunum 14. til 23. november fer føroyska U19-landsliðið við dreingjum til EM-undankapping í Kroatia.
Umframt Føroyar og vertslandið, eru Ísrael og Finnland eisini við í bólkinum.
Sigfríður Clementsen er venjari hjá U19-landsliðnum, og hann hevur nú sett navn á teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til kappingina.
Hópurin
Dánjal Danielsen, AB
Marius Árting Allansson, B36
Svend Danielsen, B68
Fayo Kruse, EB/Streymur
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Eivind Restorff Mouritsen, HB
Rani Wenningsted Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Jóhan Jøkladal Højbro, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Silas Ólavsson Gaard, KÍ
Johan Josephsen, KÍ
Marjus Nón, NSÍ
Elias Isaksen, Víkingur
Áki Magnussen, Víkingur
Bartal Einarsson Petersen, TB
Andreas Midjord, TB
Dystaskráin
16. nov. Føroyar – Kroatia
19. nov. Føroyar – Ísrael
22. nov. Føroyar – Finnland
Fyrr í ár tóku U19-dreingirnir lut í 4-landakapping í Spania, har mótstøðuliðið vóru U18-landsliðini hjá Belgia, Onglandi og Hollandi. Tríggjar sterkar fótbóltstjóðir, ið teljast millum tær bestu í heiminum.
Men allir dystirnir vóru tættir, og móti Hollandi lúrdi ein lítil sensatión. Tað var ikki fyrr enn í síðstu minuttunum, at hollendarar fingu tvey mál, og vunnu 3-2.
Í fyrsta dystinum spældu okkara dreingir móti Belgia, sum vann 3-1. Føroyska málið gjørdi Ejvind Mouritsen. Síðan varð spælt móti Onglandi, og tá gjørdist úrslitið 2-1 til onglendingar. Føroyski málskjúttin var Áki Samuelsen, ið eisini skoraði bæði málini móti Hollandi.
Deil á Facebook