Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.09.2025 11:08

Hondbóltur og ull er føroya gull

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya og tógv- og klædnaframleiðslufyritøkan Navia hava gjørt nýggja samstarvsavtalu.

Í samstarvinum liggja spennandi ætlanir, sum væntandi síggja dagsins ljós í heyst, tá føroysku landsliðini hjá monnum og kvinnum aftur skulu í eldin.

Í farnu viku vóru umboð fyri Hondbóltssamband Føroya, Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna, og landsliðsleikararnir, Peter Krogh og Karin Egholm og vitjaðu á høvuðsætinum hjá Navia á Toftum, har samstarvsavtalan eisini varð undirskrivað saman við Óla Kristiani á Torkilheyggi, stjóra og eigara.

Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan, «at ynski hevur verið at styrkja um samleikan, tá okkara landslið og fjepparar eru saman, bæði heima og úti í verð, og her var Navia ein upplagdur møguleiki.» Óla Kristian viðmerkir, «at í Navia hava vit góðar møguleikar og førleikar, at lofta einum tílíkum ynski, og at tað er spennandi at vera við í nøkrum, sum allir føroyingar soleiðis standa saman um.»

Meira um samstarvið verður kunngjørt í næstum.