Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2025 15:17

Hondbóltsfelagið Tjaldur havt árligan aðalfund

Hondboltsfelagið Tjaldur skrivar:

13. mai hevði Hondbóltsfelagið Tjaldur aðalfund í Bylgjuni í Runavík. Í formansfrágreiðingini staðfesti Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna, at árið hevur heilt gott, og spennandi tíð er fyri framman.

Hon staðfesti:

– Hondbóltsárið 2024/2025 hevur verið eitt sera gott ár, har vit kunnu hyggja aftur og siga, at vit hava sæð veruliga framgond hjá felganum.

– Vit í nevndini høvdu tíðliga á árinum ein ráðleggingardag, har vit settu okkum nøkur mál fyri felagið og eisini eina strategi fyri nevndararbeiði framyvir.

Nevndin er mannað við eini fimm manna nevnd.

Vit fingu ein nýggjan nevndarlim í farna hondbóltsárið, sum er Kim Steve Bergqvist.

– Eitt av málunum, vit settu okkum fyri, var at fáa fleiri stuðlar og eisini høvuðsstuðul. Tí varð gleðiligt, at vit fingu Navigare sum okkara høvuðsstuðul. Vit hava gjørt ein 3 ára sáttmála við Navigare. Harumframt fingu vit eina góða klædnaavtalvu við Berglon, sum eisini er ein 3 ára sáttmáli. Hetta er av sera stórum týdningi fyri felagið og ger, at felagið fær styrkt seg við góðum venjarum, og vakstrarmøguleikum. Eisini hava vit fingið stuðul frá øðrum fyritøkum, og hetta eru vit sera takksom fyri.

– Vit eru nú komin uppá 230 limir, íðkandi limir, har vit árið frammanundan vóru 198.

– Fyri tveimum árum síðani avgjørdu vit at tekna lið til í 1.deild við kvinnum. Hetta komst av, at vit høvdu góðar árgangir, sum skuldu hava nýggjar avbjóðingar.

Fyrsta árið gjørdist heldur trilvandi, og vit sum felag lærdu nógv.

Seinasta summar eydnaðist okkum at gera sáttmála við Joruna Ludvig.

Jórun er garvaður hondbóltsleikar og var í heilt nógv ár lyklaleikari í Kyndli.

Jórun hevur staðið á odda fyri okkara besta kvinnuliði, sum í vetur leikti í 1.deild. Og vit eru stak væl nøgd við hennara arbeiði.

Hon hevur verið sera nærløgd, og liðið hevur veruliga tikið seg fram. Hóast heldur langt hevur verið millum sigrarnar, og teir tøttu dystirnir koppaðu skeivan veg, so hevur menningin verið sjónlig.

Vit eru eisini sera fegin um at kunngera, at Jórun heldur fram sum venjari hjá okkara kvinnum komandi vetur. Beinta Persdóttir Joensen, sum hevur verið hjálparvenjari hjá kvinnunum í vetur, heldur eisini fram.

Tí er venjaratoymið júst tað sama sum í ár, og vit byggja víðari á góðu gongdin.

– Eisini hini liðini hava klárað seg sera væl. Vit høvdu heili trý lið í steypafinalunum, sum vórðu leiktar í stórslignu høllini við Tjarnir. Fantastiskir dagar og spennandi dystir. Komandi ár miðja vit ímóti at fáa lið við aftur í steypafinalurnar. Tað bleiv silvur til øll 3, sum vóru G14, D14 og G10.

– Harumframt megnaðu fleiri lið at fáa heiðursmerki í landskappinginig.

Hóast ikki øll hava megnað at fáa heiðursmerki, so hava øll kortini havt tað stuttligt saman. Tað er eisini nakað vit hava sett okkum sum mál í felagnum, at tað skal verða stuttligt og gevandi at venja við Hondbóltsfelagnum Tjaldur.

– Í fjør fingu vit eisini ein nýggjan barna- og ungdómsvenjara, Nikolay Bliznov, at venja børnini og tey ungu í felagnum.

Nikolay hevur verið sera væl dámdur og við sínum góða hondbóltskili og dámliga sinni hevur hann megnað at fáa sera nógv burturúr. Tí eru vit sera fegin um at hava gjørt sáttmála við Nikolay, sum kemur at vera høvuðsungdómsvenjari komandi tvey árini.

Umframt at vera høvuðsvenjari hjá teimum ungu, so fer hann eisini at hjálpa til og leggja lag á hjá venjaratoymunum í barna árgangunum. Hetta vóna vit kemur at geva nógv til venjarar og íðkarar.

– Vit hava fyri fyrstu ferð brúkt høllini á Kambsdali til venjing, tað hevur einans verið hjá D10. Hetta hevur riggað sera væl og hevur verið væl fyriskipað av toyminum rundanum D10.

– Vit hava fingið ein flottan søluvogn, sum Stíggjur hevur gjørt, og ein lokal fyritøka hevur goldið fyri, hetta ger tað nemmari at hava kaffisølu, og so sær tað eisini betur út, góð marknaðarføring fyri felagið.

– Vit royndu eisini fyri fyrstu ferð at hava ábyrgd av landsdysti. Vit vóru so heppin av fáa í lut at hava ábyrgd av landsdystinum ímillum Føroyar og Kosovo á Hálsi. Hetta gav gott til felagið, bæði fíggjarliga og eisini fyri samanhaldið og fyri okkara samleikan.

– Alt í alt kunnu vit siga, at tað hevur verið eitt sera gott og læruríkt kappingarár.

Vit í nevndini síggja fram til enn eitt væl skipað, spennandi og mennandi komandi hondbóltsár.

Limagjaldið fyri komandi kappingarár verður tað sama sum í ár.

U6 og U8 700,- kr.

U10 850,- kr.

U12 1.000,- kr.

U14 1.200,- kr.

U16 1.200,- kr.

U18 1.200,- kr.

1. deild 1.200,- kr.

Stuðulslimir 250,- kr.

Lima- og luttøkugjaldið skal verða tað sama, sum tað hevur verið í 2024/2025.

Nevndin heldur fram, og skipar seg sjálv.

Sigrun Jónsveinsdóttir; forkvinna

Dan Lamhauge; næstformaður

Aage Arnoldson; kassameistari

Kim Berqvist; skrivari

Kári Hansen, ynskti at sleppa frá afturvali. Vit takka Kára fyri hansara arbeiði í nevndini og ynskja honum alt gott framyvir.

Aðalfundurin gevur nevndini heimild til at velja ein nevndarlim afturat.

Ymiskt

Vit tosaðu um ymiskt vit kundu gjørt til næsta ár, eitt sum vit hava ynskt leingi er Hondbóltfitness.