Í gjár var Jens á Skipagøtu og vitjaði Hondbóltsfelagið Tjaldur í Runavík har hann helt fyrilestrar og ráðgav felagnum.
Hann greiddi m.a. frá, hvussu arbeitt verður við tí mentala partinum í hondbóltinum, mentalvenjingini, hjá serliga føroysku A-landsliðinum hjá kvinnum og monnum.
Jens á Skipagøtu, er málverjuvenjari og mentalvenjari hjá landsliðnum og hevur eisini drúgvar royndir innan føroyskan hondbólt, har hann var málverji hjá H71 í mong ár.
Í dag arbeiðir hann m.a. við at veita feløgunum vegleiðing, skeið, fyrilestrar og ráðgeving innan hetta økið. Hetta inniber m.a., at hann hjálpir leikarum við sinninum og við teimum støðum, sum teir kunnu koma útfyri í einum dysti. Og hvussu ein leikari kann fyrireikað seg so væl sum gjørligt til at spæla undir trýsti og í nýggjum og truplum umstøðum.
Jens á Skipagøtu er útbúgvin fólkaskúlalærari. Harumframt hevur hann akademiútbúgving innan leiðslu og grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi.
Myndir: Eysturoyarportalurin






