Í dag var sannur hondbóltsfebur, tá ið landsliðsstjørnurnar hjá monnum, vitjaðu í Eysturkommunu.
Klokkan 09.30 í morgun kom allur hópurin, saman við venjaratoymið og fólkið frá HSF, á vitjan í Gøtu skúla. Har fingu børnini møguleikan at heilsa uppá leikararnar og spyrja spurningar samstundis sum leikararnir góvu sær góða tíð aftaná at skrivað autografir til øll børnini.
Eftir vitjanina fór hópurin inn í høllina á Kambsdali har venjing var á skránni kl. 11.00.
Seinnapartin verður vitja á P/F Varðanum í Syðrugøtu.
Eysturoyarportalurin varð við í skúlanum við Gøtugjógv og á Kambsdali og tók nakrar myndir.













































































