Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.01.2026 14:12

Hondbóltsfebur á Strondum og Eiði

Bæði á Strondum og á Eiði verður dysturin millum Føroyar og Slovenia vístur á stórskýggja.

Á Sjóvar kommunu siga tey soleiðis:

Á vestara armi á Skálafjørðinum herjar sannur EM-fepur hesar dagar. Stórur partur av borgarunum eru farnir til Oslo at stuðla Kjartani, Allani, Bjarna og hinum hetjum okkara, í strembanini at vinna landi okkara víðari luttøku í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum.

Eisini tey, sum eftir sita Føroyum, hava okkurt at gleða seg til, tí StÍF fer at vísa allar EM dystirnir hjá Føroyum á stórskermi í bygdahúsinum á Strondum. Dystirnir verða vístir bæði í bio- og lítla-sali.

Dyrnar lata upp 30 min. áðrenn dystarbyrjan, og aftur við dystunum er møguligt at keypa kaffi, té, sunkist og annað gott.

Dystarskrá:

  • Fríggjadagin 16. januar kl. 19.30 – Føroyar – Sveis
  • Sunnudagin 18. januar kl. 17.00 – Føroyar – Montenegro
  • Týsdagin 20. januar kl. 19.30 – Føroyar – Slovenia

Í Sjóvar kommunu eru vit sera stolt at eiga fleiri av evnaríku EM-stjørnunum, og ynskja vit landsliðnum bestu eydnu næstu dagarnar.

Eisini ynskja vit borgarum okkara, og føroyingum sum heild, ið eru farin til Oslo at stuðla landsliðnum, eina góða EM-veistlu.

Til seinast vóna vit, at tit, sum eftir sita á vestara armi á Skálafjørðinum, møta fjølment í bygdahúsinum á Strondum til dystirnar, soleiðis at vit saman skapa ein EM-dám, líkur honum í Oslo.  

Meðan á Eiðis kommunu verður sagt:

Í morgin skulu føroysku landsliðshetjurnar spæla um víðari luttøku í EM. Dysturin er ímóti Slovenia og byrjar klokkan 19:30 í annaðkvøld, 20. januar. Tiltakið er ókeypis. Kaffi verður at fáa.

Dyrnar í Kolshøll opna klokkan 19:00, tá undansendingin byrjar.