Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.01.2026 08:20

Holocaustdagur – eitt tekin í tíðini?

Birkblog

Í dag er holocaustdagur, altjóða dagur til minnis um, at henda dag í 1945 fann og fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk, sum enn vóru á lívi í Auschwitzleguni. Fekk sum vátan vøtt, tá eg eina viku undan altjóða degnum fekk at vita, at í ár verður eingin dialogskapandi minnisdagur um holocaust og onnur fólkadráp, hóast løgtingssamtyktina í 2019, sum nágreinar, hvør skal umsita hesa árligu upplýsandi uppgávu. Í ár er tiltakið tikið burtur og lagt niður. Sum í svenska förintelse. Einki holocausttiltak í føroyska skúlanum. Tiltakið er gjørt til einkis.

Les meira her: Holocaustdagur – eitt tekin í tíðini?

Spjaldur