Mynd: Eysturoyarportalurin
Høgaberg er ávegis til Norra har teir skulu landa í Egersund í morgin, eftir at teir hava roynt eftir svartkjafti í landsynning úr Føroyum.
Skiparin upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at teir hava fiska gott 2.000 tons í bert tvey døgn, og at teir landa hesuferð í Norra, tí prísurin hesuferð var bestur í Egersund.
