Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.01.2026 10:17

HM í inniróðri í Fuglafirði

Róðrarsamband Føroya

Róðrarsamband Føroya (RSF) fer í februar at skipa fyri, at føroyskir rógvarar kunnu luttaka í heimsmeistarakapping í inniróðri, sum World Rowing skipar fyri. Heimsmeistaraheitið í inniróðri 2026, eisini kent sum WRVICH 2026 er ein netboðrin kapping, har rógvarar kring allan heim kappast á Concept2 rógvimaskinum – antin heima, á venjingarmiðstøð ella í felagshølum.

HM-kappingin er yvur tvey vikuskiftir, við innleiðandi riðlum og finalu. Innleiðandi umførini eru leygardagin 21. og sunnudagin 22. februar 2026, og finalurnar eru á skránni leygardagin 28. februar. Kappast verður í teinunum – 1000 metrar, 5000 metrar og 1-minutta róðri – hetta, fyri at eggja breiðari luttøku úr øllum aldurs- og vektbólkum. Eingi krøv eru í ár, um undankapping; øll kunnu melda seg til og royna seg í innleiðandi umførunum, har tey skjótastu vinna sær pláss í finalunum, yngsti aldurbólkurin er U17. Kappingin er eisini løgd til rættis fyri øll – bæði royndar innirógvarar, rógvarar úr kappróðrarfeløgum og fólk, ið vanliga bara venja á Concept2 – øll kunnu her royna seg á altjóða pallinum.

RSF skipar fyri felags kappingardøgum í Fuglafirði, har føroyskir luttakarar kunnu savnast og luttaka undir einum taki. Róðrarsambandið stillar sjálvt við einum landsliði av fremstu rógvarum, tó vil RSF fegin bjóða, og eggjar øllum føroyingum sum tilmelda seg, at rógva saman við okkum í Fuglafirði. Tey, sum ikki eru á landsliðnum, umboða sítt felag til WRIC2026. Áskoðarar eru vælkomnir at hyggja við á staðnum, og RSF fer somuleiðis at stroyma beinleiðis frá øllum kappingardøgunum á netinum, so øll kunnu fylgja við gongdini.

RSF sær hetta sum eitt týdningarmikið høvi at savna føroyskan inniróður, styrkja landsliðsarbeiðið og samstundis geva breiðari luttøku og atgongd til eina altjóða HM-kapping.

Vit koma við praktiskari kunning um kappingardagarnar seinri. Vit viðmæla øllum, sum atla at luttaka at lesa leinkjurnar niðanfyri.

Kunning frá World Rowing um kappingina Her

Melda til WRVICH 2026 Her