Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.06.2025 20:27

Hjørdis avloysir Heen

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Seinnapartin í dag varð boðið til almenna móttøku á Almannaverkinum í sambandi við at Edvard Heen er farin úr starvi sum stjóri og at Hjørdis Mortensen hevur tikið við stjórastarvinum.

Nógv fólk høvdu leitað sær niðan á Almannaverkið á Hálsi í Havn at heilsa teimum báðum. Fleiri røður vórðu bornar fram. Edvard takkaði fyri seg, og Hjørdis heilsaði starvsfólkum, samstarvsfeløgum og gestum. Kvinnubólkurin Silvitni setti dám á løtuna við sera vøkrum sangi. Eisini segði Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum nøkur orð. 

Landsstýrismaðurin í almanna-og mentamálaráðum, Eirikur í Jakupsstovu bar fram røðu og til ber at lesa hesa niðanfyri.

Góðu tit øll.

Í dag staðfesta vit eitt skifti. Nakað sum í hesum føri er so heppið sum ein friðarlig yvirgongd frá einum stjóra til ein annan.

Gamli stjórin hevur sagt upp í frið og náðum, men heldur fram eina tíð afturat, og nýggi stjórin hevur verið á stovninum leingi, og hevur í grundini líðandi tikið yvir.

Hetta skiftið var ávegis, tá eg kom í sessin sum landsstýrismaður, tí tá hevði Edvard sagt upp. Og longu áðrenn fyrsta mánaðarliga fundin, sum eg hevði við leiðsluna í Almannaverkinum, varð Hjørdis sett sum nýggjur stjóri.

Higartil havi eg verið við til tríggjar fundir við leiðsluna í Almannaverkinum. Á tí fyrsta var Hjørdis við, men tað var framvegis heilt greitt, at Edvard var stjóri. Á tí næsta, sum var í mai-mánaði vóru tey eisini bæði, men tað var akkurát sum um, at Hjørdis svaraði uppá mestu viðurskiftini, sum høvdu við framtíðina at gera. Og á tí triðja, sum var fyrradagin, var Edvard ikki við.

Góði Edvard
Sjálvt skiftið, sum vit í dag staðfesta, fór formelt fram 1. juni. Tann dagin vóru tað 11 ár síðan tú komst í sessin sum stjóri í Almannaverkinum..

Eg ivist ikki í, at tá tú hyggur aftur á hesa tíðina, so hevur tú nógv stuttlig og góð minni. Tú hevur sjálvur greitt mær frá onkrum av hesum, og ikki minst góða sambandinum, sum tú hevur við borgarar í skipanunum hjá Almannaverkinum.

Men eg ivist heldur ikki í, at tú kemur í tankar um nógvar avbjóðandi løtur. Tí tað er ikki bara lætt at vera stjóri fyri størsta partin av okkara vælferðarsamfelagi.

Sjálvur hevur tú í fleiri umførum í seinastuni víst á, at tú metir, at tit í Almannaverkinum áttu at havt arbeitt nakað øðrvísi hesi seinastu árini, har tænasturnar eru blivnar fleiri og tørvurin serliga innan sálarsjúku og autismu tykist at vera øktur heilt nógv.

Og tað er sjálvandi rætt at eftirmeta. Ikki minst, tá eitt skifti er ávegis, men eg eri eisini sannførdur um, at tað er ein nógv størri samfelagslig uppgáva at skipa okkara vælferðarøki, enn bara at gera nøkur gandatriks í Almannaverkinum.

Góði Edvard
Tað eru onnur, sum heilt vist betri kunnu seta orð á tína tíð sum stjóri fyri Almannaverkið, men skal eg siga nøkur fá orð, um mína uppliving av tær hesi árini, so hevur tú verið ein støðufastur og tryggur stjóri. 

Eg havi følt, at tú altíð hevur havt stórt empati, men samstundis hevur tú verið greiður og skipaður um uppgávurnar hjá Almannaverkinum.

Stóra takk fyri tíðina sum stjóri, Edvard, og blíðan byr víðari á leiðini.

Góða Hjørdis
Fyrst av øllum, hjartaliga til lukku við starvinum.

Eg havi eina fatan av, at tú akkurát veitst, hvat tað er, sum tú skalt í gongd við.

Tú kennir stovnin væl. Tú hevur í grundini starvast her síðan 2008, tá tú byrjaði sum fulltrúi á skrivstovuni hjá høvuðsbarnaverndini.

Síðani hevur tú verið ymsastaðni í verkinum: Á Viðskiftadeplinum, á Avgerðarskrivstovuni, á Tankasmiðjuni og síðan 1. januar 2024 hevur tú verið trivnaðarstjóri.

Tí er onki at ivast í, at tú ikki ert ein av teimum nýggju stjórunum, sum skal brúka fyrstu tíðina at seta seg inn í viðurskiftini. Nei, tú skalt beint í gongd og veitst 100 prosent, hvat kjarnuuppgávurnar eru.

Eitt av tí fyrsta, sum tú skalt gera, er at seta nýggja bygnaðin í Almannaverkinum í gongd. Ein bygnaður, sum tú sjálv hevur verið við til at menna. Endamálið við broytingini er, at tað verður styttri frá borgaranum til tey, sum taka avgerðirnar, samstundis sum verkið innanhýsis skal arbeiða tættari saman.

Tað fer at gera nakrar innanhýsis broytingar, og broytingar eru altíð avbjóðandi. Men eg trúgvi eisini uppá, at úrslitið fyri borgaran verður betri, tá tit eru komin á mál.

Góða Hjørdis

Eg fari ikki at samanbera teg við Edvard sum typu.

Tað haldi eg ikki ordiliga vera rímiligt fyri nakran av tykkum, sjálvt um vit øll vita, at tit ikki eru heilt líka. Ikki minst í stíli.

Men eg haldi, at eg kann siga, at eg við tær higartil havi upplivað eitt sera professionelt menniskja, sum hevur stórt empati og arbeiðir við yvirskipaðu málunum út frá at loysa tað, sum liggur tætt at borgarunum. 
At arbeiða soleiðis krevur eitt sera neyvt innlit í hvussu hvørt einstakt starvsfólk og hvør einstakur liður í Almannaverkinum arbeiðir.

Henda kombinatiónin ger, at eg ikki ivist í, at tú ert rætti persónurin at bera Almannaverkið fram á leið.

Hjørdis. Tú hevur átikið tær eina risa uppgávu. Knappliga 17.000 fólk í Føroyum eru onkursvegna kundar hjá tær, tá vit taka bæði veitingar og tænastur við.

17.000 livandi menniskju í Føroyum, sum so ella so hava tænastur ella veitingar frá Almannaverkinum sum part av sínum dagliga lívi.

Hetta ger, at tú eisini hevur ábyrgdina av rættiliga nógvum pengum. Meira enn tveimum milliardum um árið.
Og tað førir við sær, at tað áhaldandi er eitt trýst um at halda vøkstrinum niðri á tínum játtanum.

Tí krevur tað avgjørt evnir sum sjonglør at røkja títt nýggja starv, har tað altíð bæði er trýst á at røkja borgararnar so væl sum gjørligt, samstundis sum pengarnir skulu passa.

Hetta vænti eg, at tú fert at megna væl, og eg gleði meg til at samstarva við teg hesa komandi tíðina. 
Bestu eydnu við starvinum.

Takk fyri.