Mynd: B68
Gøtumaðurin Hjalti Strømsten og B68 hava í kvøld skriva undir nýggjan sáttmála, sum ger at Hjalti aftur verður at síggja í reyðu troyggjuni komandi ár.
Hjalti hevur leikt við B68 síðani 2019, við einum lítlum rendi á Skála í millum. Hann er skrásettur fyri 32 Betrideildardystir fyri B68 og hevur skotið 2 mál.
Deil á Facebook