Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.12.2022 17:29

Hey hó! Allar greinar á heimasíðu okkara nú við upplestri (Løgtingsval 2022)

Mynd: Bjørt Samuelsen

Lesarabræv

Valstríðið er ikki atkomuligt fyri øll. Tey eru mong, sum av ymiskum ávum ikki fáa fylgt við. Millum annað tey, sum eru blind ella ikki fáa lisið. Til fólkatingsvalið valdi eg at senda allar mínar greinar út við teldutalu. Og eg lovaði, at til komandi val skuldi heimasíða floksins hava hesa funku, so allar greinar og boðskapir hjá flokkinum kundu lesast og hoyrast við teldutalu. Í gjár komu vit á mál ????

Veit, at tað framvegis eru fleiri aðrir bólkar, sum ikki fáa fylgt við. Men, hetta er so eitt stig.  Eri glað og takksom fyri hesa jólagávu. Og heiti aftur á allar flokkar um at gera heimasíður sínar atkomuligar fyri so nógvar borgarar, sum til ber.

Tíðindaskrivið, hjá flokkinum sigur hetta:

Heimasíðan hjá Tjóðveldi lesur fyri tær

Tjóðveldi fegnast í dag um, at heimasíða floksins nú kann lesa upp kunning á síðuni. Møguleikin er serliga ætlaður teimum, sum ikki fáa lisið sjálv, og tey hava nú somu atgongd til síðuna sum onnur. Tey hava fingið javnbjóðis atgeingi.

Javnbjóðis atgeingi er týdningarmikið

Uttan tað hava ikki øll sama møguleika til informatión og fáa ikki sum onnur fylgt við í tí, sum fyriferst. Í hesum føri, tí at tey ikki fáa lisið. Hetta er ein demokratiskur skeivleiki. Sum at grindaboð ikki vóru fyri tey deyvu.

Javnbjóðis atgeingi eigur at vera á heimasíðum hjá øllum føroyskum myndugleikum

Í februar 2022 skutu vit hetta upp á tingi, men samgongan tók ikki undir við tí. Vit leggja uppskotið fram aftur í næstu tingsetu. Ja, til tað verður samtykt, tí eingin eigur at vera avskorin frá kunning orsakað av niðursettum virkisførleika.

Nýggi møguleikin er skaptur við ReadIT

Tað er forrit, ið lesur upp tekst, tú vilt hoyra. Upplesturin er skaptur við føroysku teldutaluni, ið hevur roynst mongum væl, og sum nú eisini er at finna í ReadIT.

Royn møguleikan á heimasíðu floksins, www.tjodveldi.fo. Forritið sæst sum eitt oyra ovarlaga á síðuni. Far inn umvegis tína teldu ella teldil. Ger eitt klikk, vel ein tekst, trýst á les.

Tjóðveldi

Henda grein er sjálvandi eisini at finna við teldutalu á www.tjodveldi.fo/bjort 🙂

X við E

Bjørt Samuelsen