Tíðindaskriv
Hevur tú hoyrt um horvnu skattaoynna, sum sakk út fyri Fuglafjørð fyri 500 árum síðani? Um ikki, so hevur tú møguleika her: https://www.facebook.com/share/p/19BnP7KC8s/
Sum tað verður fortalt, so vísa útrokningarnar at skattaoyggin kemur upp aftur í morgin kl.15 í Fuglafirði.
Um hetta passar, so fer tað ikki ganga stilt fyri seg. Men vónandi er okkurt gott at fáa til øll børnini.
Hetta er eitt ókeypis tiltak, sum ikki nýtist tilmelding.
—
Um tiltakið:
Skattaoyggin hevur verið vekk í 500 ár.
Kl. 15.00 verður sagt, at oyggin kemur brestandi upp. Verður tú har?
Tiltakið er umleið 1 tíma og er tað ókeypis og nýtist ikki tilmelding.
