Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2026 18:21

HETTA HITTAR, spildurnýtt borðspæl á føroyskum

Tíðindaskriv/Hugnaløtur

HETTA HITTAR er eitt spildurnýtt samveruspæl, ið ikki er sæð áður og er partur av útgávunum hjá Bezzerwizzer Studio, sum koma út um allan heimin í løtuni undir heitinum, THAT TRACKS. Í HETTA HITTAR skulu tvey lið kappast um at fáa 4 leitiheiti og 4 littrar ráklinjur ella 4 litir á eini lagkøkumynd at samsvara, grundað á, hvussu nógv tey eru googlað. Evnini eru alt frá kendum tónleikarum til amerikanskar presidentar, drykkjuvørur, ymisk rák og mangt annað. Um tú minnist nær øll áttu hvør sín fidget spinnara, nær vit byrjaðu at taka selfies, nær teir ymsu filmirnir hjá Tom Cruise komu út ella nær Any Winehouse lat lív, so kann tað hjálpa tær á vegnum. Evnini eru sera ymisk og heimsrákini hava verið sera ymisk, so her kunnu øll ung og vaksin onkursvegna vera við. HETTA HITTAR er eitt samveruspæl til 2-6 spælarar, sum tey flestu gerast bitin av uppá stutta tíð. Spælið tekur bert 20-30 min at spæla, so tað er skjótt at taka fram og leggja frá sær aftur.   

Hvar og nær kann HETTA HITTAR keypast?

HETTA HITTAR kann bíleggjast longu nú á nethandlinum hjá Hugnaløtum, hugnalotur.fo. Eisini kann spælið keypast her frá fríggjadegnum 6. novembur (onkur handil fær spælið til sølu longu hósdag seinnapart): Í Á handlunum kring landið, Rit & Rák í SMS, H.N. Jacobsens Bókahandli, DINO í Miðlon, Bókabúðini í Runavík, Berglon í Runavík, Bókabúðini í Klaksvík, Berglon í Klaksvík og Hjá Rólant á Sandi. HETTA HITTAR verður víst fram á Torginum í SMS hósdagin 5. novembur, har spælið kann roynast og keypast.   

Hugnaløtur

Síðani á heysti í 2022 hava Hugnaløtur givið út minst eitt føroyskt borðspæl um árið og nú kemur nummar ellivu út, í røðini av føroyskum borðspølum. Í ár er so talan um HETTA HITTAR. Hini spølini sum er givin út eru: Bezzerwizzer versjón 1, Bezzerwizzer versjón 2, HINT, BrainBox Myndir, BrainBox Tíðarferðin, BrainBox Heimurin, Bricks Nær var tað?, Bricks Føroysk skipasøga, Bricks Føroyskur tónleikur, Bricks Føroyskur fótbóltur og HETTA HITTAR. Øll spølini kunnu bíleggjast á hugnalotur.fo og tey flestu kunnu keypast í bókabúðunum og leikabúðunum kring landið. Hugnaløtur fara framhaldandi at framleiða føroysk borðspøl, so føroyingar kunnu menna seg og stuttleika sær við nýggjum føroyskum borðspølum.