Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.12.2023 16:47

Hesir rógvarar skulu umboða Føroyar

Róðrarsamband Føroya

Í samband við nýggju inniróður lógina hjá Róðrarsambandinum er sett ein úttøkunevnd at velja teir rógvarar, sum skulu umboða Føroyar á inniróður landsliðnum, at kappast í uttanlanda kappingum. 

Í úttøkunevndini sita Magnus Norberg, Kristian Linklett Mortansson, Jakup Joensen og  landsliðsvenjarin, Sarita Kristinu Hansen.

Nevndin hevur úttikið juniorrógvarar, sum skulu umboða Føroyar í Gladsaxe 20. januar, har kappast verður um danmarksmeistaraheitið í innirógving.

Róðrarsambandið ynskir øllum rógvarum bestu eydnu og takkar øllum, sum hava luttikið í heimligu kappingunum í heyst.

Næsta heimliga inniróðurkapping verður 9. mars 2023 í Høllini við Streymin, har kappast verður um Gran Prix- og FM-heitini.

Úttikin at umboða Føroyar til DM 20. januar 2024 eru:

U13 Gentur –   Sirið Helena Agarsdóttir, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

U13 Dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag

U14 Gentur –   Olivia Mortensen, Vágs Kappróðrarfelag

U15 Gentur –   Vár Fróðadóttir, Róðrarfelagið Tindur

U15 Gentur –   Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur

U15 Dreingir – Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur

U16 Dreingir – Jónas Glerfoss Hansson, Róðrarfelagið Tindur

U18 Dreingir – André Johannesen, Róðrarfelagið Tindur

EM og HM verður í Prag, Tjekkía 23. og 24. februar. Úttøkan av rógvarum til hesa kappingina er ikki endaliga komin uppá pláss enn.

Vinarliga

Rórðarsamband Føroya