Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.01.2026 21:11

Hesi níggju uppskotini verða viðgjørd á Ungdómstinginum 2026

Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Tíðarásett tunnilsgjald

Tiltøk at minka um royking

Koyrikort til 17 ára gomul

Bíligari menstruatiónsvørur

Suðuroyartunnil

Lækka aldursmarkið til kommunuval

Hámark fyri pensjónsaldur

Aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum og

Økt játtan til SSP-samstarvið.

Hesi eru tey níggju uppskotini, sum verða viðgjørd á Ungdómstinginum 2026, sum verður í døgunum 3. og 4. februar. Inn komu 28 ymisk uppskot.

Sjey skúlar luttaka til hetta 10. Ungdómstingið. Harav fleiri flokkar úr onkrum av skúlunum. Luttakandi skúlarnir eru Sandoyar meginskúli, Runavíkar kommunuskúli, Skúlin á Skúlatrøð, Tvøroyrar skúli, Skúlin á Fløtum, Skúlin við Løgmannabreyt og Sørvágs skúli. 

Skúlarnir hava fingið boð um, hvørji uppskot skulu viðgerast, og nú skulu teir 32 næmingarnir, sum manna Ungdómstingið, býtast út á tær tríggjar nevndirnar, sum fara at viðgera uppskotini: Mentanarnevndin, Trivnaðarnevndin og Rættarnevndin.

Tá uppskotini eru klár, verða tey løgd út á ungdómssíðu Løgtingsins, so næmingar, lærarar og onnur áhugaði kunnu seta seg inn í uppskotini.

Á ungdómssíðu Løgtingsins ber eisini til at síggja orðaskifti, uppskot og annað frá undanfarnum Ungdómstingum.

Sí ungdómssíðu Løgtingsins her: ung.logting.f