Søgan hevur verið hugtakandi og er hon tað enn, sjálvt um tað nú eru 80 ár síðani syrguligu hendingina.
Tað var tann 17. august í 1943, at HMS Belfast, eitt skjóttgangandi krígsskip, kom inn á Skálafjørðin. Hetta var var mitt undir Seinni Heimsbardaga, tá ið nógvir bretskir hermenn vóru í Føroyum.
Meðan hetta skipið lá á fjørðinum, fóru nakrir Royal Marines hermenn saman við yvirmanninum, tann 18. august í land og niðan í fjøllini oman fyri Søldarfjørð.
Søldfirðingar hava greitt frá, at teir vóru í hoyna hendan dagin og sóu teir at nakrir menn komu undan uppi á Skarði, sum er millum Støðlafjall og Stórafjall.
Har stóð ein teirra og veipaði við ørmunum.
Søldfirðingar vistu ikki tá hvat hann signalerað fyri, antin siginaleraði hann til skipið ella til signalstøðina í Søldafirði.
Hesir hermenn vóru farnir antin frá Niðara ella Ovara Kúrdali og skuldu ganga eftir einum av støðlunum ella rókunum, tvørtur ígjøgnum Støðlafjall, eystanfyri.
Menninir, sum vóru við yvirmanninum, hildu tað vera ógongt at fara hesa leiðina, og vildu tí ikki fara hendan vegin. Men yvirmaðurin hevði hug at royna, hóast hinir bóðu hann um lata vera. Men hann fór kortini og endin var, at hann datt oman og doyði.
Sambært heimildarmanni, so var tað Úti á Kass, at heryvirmaðurin var funnin, eftir at hann var dottin oman.
Ein lastbilur kom við líkinum til Søldafirðar, og síðani fóru teir við báti við honum um borð á skipið. Sambært bretskum skjølum, so fór HMS Belfast úr Føroyum aftur longu tann 19. august.
Sum skilst, so var heryvirmaðurin deyður, tá ið hann var fingin umborð aftur á HMS Belfast. Bretsk skjøl vísa eisini, at hann var ikki jarðaður í Føroyum, men á sjónum.
Heryvirmaðurin sum doyði undir Støðlafjalli hendan dagin í 1943 var Capt James GB Powell (Royal Marine of HMS BELFAST)


