Sjóvar kommuna
Hendrik á Fríðriksmørk er nýggjur leiðari í ungdómshúsinum í Sjóvar kommunu.
Hendrik er 30 ára gamal, útbúgvin lærari og arbeiðir til dagligt í Runavíkar kommunuskúla á serøkinum.
Hendrik hevur verið partur av starvsfólkatoyminum í ungdómshúsinum, og kennir hann tí væl umstøðurnar og tilboðið.
Ungdómshúsið hevur verið stongt í summarfrítíðini, men letur upp aftur í annaðkvøld, fríggjakvøldið 15. august, kl. 19.30.
Vit ynskja Hendrik bestu eydnu við uppgávuni og gleða okkum til samstarvið.