Runavíkar Havn
Runavíkar kommuna hevur sett Helmu á Sýnini í starv sum leiðara fyri Eldratilhaldið í Runavíkar kommunu
Helma á Sýnini er 57 ár og hevur síðani 2018 havt egna fyritøku sum fótterapeut í Saltangará. Hon hevur harumframt drúgvar royndir innan bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðin.
Helma tekur við starvinum sum leiðari fyri Eldratilhaldið 1. August 2025.