Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.08.2024 10:28

Helgi spyr um atgongdina til bandasavnið

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Tíðindaskriv

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum. Hetta arbeiðið er nú liðugt, men enn manglar seinasta stigið, sum er at gera upptøkurnar atkomuligar hjá øllum brúkarum. 

Eisini eru nógvar virðismiklar tónleikaútgávur gjørdar gjøgnum tíðina, sum ikki longur kunnu keypast. Við nútíðartøkni hevði borið væl til at savnað og talgilt hesar, og saman við savninum hjá Kringvarpinum at gjørt tær atkomuligar hjá øllum.

Tí spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, hesar spurningarnar í einum § 52a fyrispurningi:

1. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinumkann gerast atkomuligt hjá almenninginum ?

2. Hvørjar møguleikar sær landsstýriskvinnan fyri, at aðrar gamlar upptøkur, so sum tónleikaupptøkur, kunnu verða atkomuligar hjá almenninginum?

3. Verður arbeitt við at gera hesi søvn atkomulig?

4. Um arbeitt verður við hesum, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður liðugt?

Spurningurin skal svarast í seinasta lagi tann 17. august.