Lesarabræv
Tá leigan er so høg, at hon forðar fólki við vanligari inntøku í at spara upp, verða tey í veruleikanum bundin at lívslangari leigu. Hetta skapar ein týðiligan ójavna millum tey, sum eiga, og tey, sum leiga, tí eigarar byggja upp eginvirði, meðan leigarar standa í stað. Sjálvsagt skal tað bera til at leiga, men tað má gerast lættari hjá fólki at fáa egnan bústað og seta føtur undir egið borð.
Ein tann størsta uppgávan hjá komandi samgongu verður at finna útav, hvussu vit gera tað lættari hjá fólki at fáa sín egna bústað. Í løtuni hava vit eina bústaðakreppu í Føroyum, “eina undantaksstøðu,” og okkurt ótraditionelt má gerast. Fólk við lágari inntøku og miðalinntøku hava ikki ráð at keypa ella byggja sær bústað og eru í dýrastu neyð.
Hvat er uppgávan hjá Bústøðum?
Um fólk, sum hava ætlanir um at keypa ella byggja sær bústað, skulu rinda 10-15.000 krónur um mánaðin í leigu til Bústaðir, so megna tey við vanligari inntøku ongantíð at fáa sín egna bústað. Tey verða tvangsinnløgd at búgva í eini íbúð hjá Bústøðum restina av lívinum, og megna ikki nakra uppsparing til egnan bústað.
Tað almenna skal ikki byggja hús og íbúðir til fólk fyri tann prísin, vit síggja nógvastaðni. Høvuðsreglan skal vera, at fólk sjálvi keypa ella byggja sær ein bústað og eiga bústaðin, um tey ynskja tað.
Almenn bústaðabygging skal í størst møguligan mun vera eitt undantak. Um fólk hinvegin ikki ynskja at eiga bústað, men heldur leiga, so skal møguleikin sjálvandi vera til tað eisini. Tað er har, felagið Bústaðir kann koma inn í myndina.
Eg síggi onga meining í at byggja sokallaðar almannagagnligar bústaðir, har leigan er so høg, at leigararnir ongantíð fáa ráð til sín egna bústað. Teir blíva tí búgvandi í leiguíbúðini hjá Bústøðum. Er tað soleiðis, sosialistarnir ynskja, at tað skal vera? Skal eingin eiga nakað, men bara gjalda til tað almenna í óásetta tíð? Er tað meiningin við Bústøðum?
Fólkaflokkurin ynskir at hjálpa okkara borgarum, yngri sum eldri, við at fáa tak yvir høvdið og seta føtur undir egið borð.
Soleiðis basa vit bústaðaneyðini:
1: Vit skulu skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðamarknaði.
2: Bústaðabygging skal hava afturbering fyri MVG, heldur enn rentustuðul.
3: Til fyrsta bústaðin skal partur av eftirlønaruppsparing kunna brúkast sum eginfígging. Ein íløga í bústað er eisini ein íløga í pensjón og kemur til góðar seinni í lívinum. So hetta er ikki at taka pensjónina frá sær sjálvum.
4: Tey, sum keypa bústað fyrstu ferð, skulu sleppa undan tinglýsingargjaldi.
5: Bygningskunngerðin skal endurskoðast til føroysk viðurskiftir.
6: Kommunur skulu kunna rinda part av byggibúning fyri borgaran, og samstundis skulu útstykkingar vera MVG-fríar.
Hetta er eitt av mínum hjartamálum, og um eg verði vald og fái ávirkan, verður hetta sett í fremstu røð at loysa. Bústaðaneyðin er akutt.
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Valdið til fólkið
– Vel Fólkaflokkin 26. mars
