Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2025 16:06

Heitt vár á Landgrunninum

Mynd: Havstovan

Havstovan

Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun.

Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av januar, og miðal hitin fyri januar var tískil eitt vet undir miðal.

Síðst í januar hækkaði hitin og helt sær støðugt tað mesta av februar, til hann hækkaði nógv síðstu dagarnar av mánaðinum, soleiðis at miðal hitin fyri februar var hægri enn fyri januar. Vanliga eru bæði februar og mars kaldari enn januar.

Í mars kvinkaði hitin enn longur upp við tí úrsliti, at miðalhitin fyri mars fór upp um metið frá mars 2003.

Í apríl og mai tók hitin rættuligt dik á seg soleiðis, at hesir báðir mánaðirnir eisini fóru upp um metini frá ávikavist 2003 og 2011 (Talva 1).

Talva 1. Heitastu mánaðir á Landgrunninum, mátað við Mykines (1914-1969) og Oyrargjógv (1991-2024) (fyrsta kolonna). Mánaðar miðalhitin higartil í 2025  er á næstu kolonnu, har nýggju metini eru við reyðum.

Heitasti mánaði og ár (1914-2024)Mánaðarligt miðal (2025)
Jan7.40 (2003)6.85
Feb7.14 (2006)6.94
Mar7.15 (2003)7.25
Apr7.61 (2003)7.7
Mai8.41 (2011)8.54
Jun9.24 (1960)
Jul10.29 (2009)
Aug10.99 (2009)
Sep11.11 (2003)
Okt10.42 (1959)
Nov9.60 (2009)
Des8.40 (2009)

Hvussu hitnar sjógvurin?

Hitin á Landgrunninum broytist í høvðusheitum uppá tveir mátar: Gjøgnum vatnskorpuna ella við innráki av sjógvi uttanífrá.

Gjøgnum vatnskorpuna er útskifting av varma millum luft og sjógv. Harumframt hitnar sjógvurin av tí sólarljósi, sum verður upptikið í vatnskorpuni ella ovastu løgunum av sjógvi.

Uttan fyri Landgrunnin rekur heitur Atlantssjógvur á síni leið móti Arktis. Nakað av hesum sjógvi rekur inn móti Landgrunninum og blandast upp í Landgrunnssjógvin. Hetta hendir alla tíðina; men hitin í Atlantssjógvi broytist millum árini alt eftir styrkini í subpolara meldrinum.

Fyribils úrslit frá mátingum í Bankarennuni benda á, at Atlantssjógvur er heitari enn miðal í ár.

Útrokningar vísa eisini, at subpolari meldurin var veikur í 2024; hetta samsvarar við, at Atlantssjógvurin nú er vorðin heitari.

Hetta var eisini niðurstøðan á kanningartúrinum hjá Jákup Sverra í seinnu helvt av mai, har hitin í vatnskorpuni í rannsóknarøkinum var væl hægri, enn seinast hesar kanningar vórðu gjørdar í 2022 (sí túrfrágreiðing her). Og til seinast, so var lufthitin í Tórshavn oman fyri miðal í mars, apríl og mai, sambært Veðurstovuni.

Sostatt tykist tað sum, at bæði innrák av heitum sjógvi uttanífrá og útskifting av varma millum luft og sjógv eiga sín leiklut í, at hesir tríggir mánaðirnir blivu met heitir.

Myndin ovast: Góðveður á Landgrunninum 14. Mai 2025. Stilli og klárt veður økir um upphitingina av sjógvi. Myndin er tikin frá Jákup Sverra á veg norðurum á hydrografitúri 2524.

Spjaldur