Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.12.2022 14:02

Heita vatnið í undirgrundini (Løgtingsval 2022)

Mynd: Helgi Abrahamsen

Lesarabræv

Tað eru nógvar flógvar keldur í Føroyum, og eisini eru fólk farin at borða eftir jarðhita, og tað gevur áhugaverdar upplýsingar um orku í jørðini.

Jarðfeingi hevur mált hitan í hundraðtals jarðholum í sambandi við, at fólk hava fingið sær jarðhita, og hetta hevur givið áhugaverdar upplýsingar um, hvar í Føroyum hendan orkan serliga er at finna. Næsti spurningurin er so, hvat vit vilja brúka upplýsingarnar til?

Í Kollafirði hevur ein heit kelda runnið á sjógv í nógv ár. Vatnið er 27 gradir heitt, og tað sigst kunna hita 150 hús í bygdini. Men størsti parturin av vatninum hevur runnið beint á sjógv.

Einaferð tá eg spurdi um hesa kelduna fekk eg at vita, at íløgan í at gagnnýta vatnið varð mett at kosta 3 mió. krónur. So kunnu vit ímynda okkum, hvussu nógv tað hevur kostað føroyska samfelagnum, at vit hava latið alt hetta vatnið runnið á sjógv.  

Nú er avtala endiliga gjørd millum Tórshavnar býráð og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum fer at gera, at vatnið verður gagnnýtt.

Vit innflyta nógva olju til upphiting av húsum, og tí eiga vit at gera alt, fyri at minka um henda innflutningin, og har eru tær flógvu keldurnar ein áhugaverdur møguleiki.

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin