Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.06.2025 11:50

Heimskendur ævintýrari í Leirvík

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í góðveðrinum í morgun fekk Eysturoyarportalurin orð á Lauru Dekker, sum gjørdist heimskend, tá ið hon, bert 14 ára gomul, byrjaði at sigla einsamøll runt klótina.

Í hesum døgum er hon í Føroyum, har hon við manning á 13 fólk, siglur runt oyggjarnar.

Hon sigur fyri Eysturoyarportalinum, at tey byrjaðu sína ferð í Hollandi og síðani hava tey siglt upp gjøgnum Orkneyoyggjarnar, á vestur síðuni á Skotlandi og til Føroyar.

Her í Føroyum hava vitja í Havn, Miðvági og í dag liggja tey í Leirvík.

Ætlanin er, ein av næstu døgunum, at sigla til Norra og síðani suðureftir, niður aftur til Hollands, har hendan ferðin endar.

Hon sigur, at hetta er fyrstu ferð at hon vitjar í Føroyum. Hon er bergtikin av hvussu vakrar oyggjarnar eru. Hon sigur, at tað minnir nógv um New Zealand, har hon upprunaliga er frá. Men at fjøllini í Føroyum eru hægri og at her eru eingi trøð at síggja, sum er løgið, heldur hon.

Laura Dekker gjørdist annars heimskend í 2010, tá ið hon sum bert 14 ára gomul, einsamøll ætlaði at sigla runt alla verðina við sínum selgbáti “Guppy“. Tað var tó ikki við svørðslag at hon slapp avstað. Rætturin í Hollandi, har hon búði saman við pápa sínum, vildi ikki loyva einum so ungum menniskja at sigla einasamøll. Hon sigur, at tað tók heili 8 dómsviðgerðir, áðrenn hon at enda fekk loyvið at fara avstað.

Heimskenda ferðin byrjaði á Gibraltar tann 21. august 2010 og endaði 21. januar 2012 á Sint Maarten.

Tá hevði tað tikið henni heili 518 dagar ella 1 ár og 5 mánaðir, tá 16 ára gomul, at ferðast runt verðina í sínum seglbátið.

Myndir: Eysturoyarportalurin

Niðanfyri sæst dokumentarurin um hennara ferð: