Heilsustýrið
Í dag, 7. apríl, er heimsheilsudagur. Dagurin markar ársdagin fyri, at heimsheilsustovnurin, WHO, varð settur á stovn í 1948. Dagurin verður á hvørjum ári brúktur til at varpa ljós á ávís øki innan heilsu, sum hava týdning fyri fólk kring allan heim.
Í sambandi við heimsheilsudagin var Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum, í Góðan morgun Føroyar hjá KVF og tosaði um ymisk heilsuviðurskifti, sum eyðmerkja føroyingar.
Tá arbeitt verður við fólkaheilsu, hevur tað alstóran týdning at hava eina breiða tilgongd til heilsu og hyggja at bæði vandatáttum eins og verjandi og heilsufremjandi táttum. Øll hava ikki somu fortreytir fyri einum heilsugóðum lívi, og tí hevur tað týdning at seta ymisk átøk í verk fyri at gera tað lættari hjá øllum føroyingum at liva heilsugott.
Tað hevur stóran týdning áhaldandi at arbeiða fyri, at føroyingar fáa best møguligar fortreytir fyri at liva eitt heilsugott lív í breiðum høpi. Tí hevur tað stóran týdning at arbeiða við fólkaheilsu á ymiskan hátt við at savna dátur og hagtøl, arbeiða við upplýsing og ráðgeving og meira strukturelt við at skapa fyribyrgjandi og heilsufremjandi karmar í samfelagnum sum heild.
Við føroyskum dátum og hagtølum ber til at fáa innlit í føroysk heilsuviðurskifti og síggja, hvørjar størstu fólkaheilsuavbjóðingarnar í Føroyum eru, so vit kunnu seta inn, har tað er neyðugt.
Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 vísir, at føroyingar sum heild meta sína heilsustøðu at vera góða, og 87 % meta heilsustøðuna at vera avbera góða, sera góða ella góða.
Kanningin vísir tó eisini, at á fleiri økjum er heilsustøðan hjá føroyingum versnað, m.a. viðvíkjandi yvirvekt og trivnaðinum hjá teimum ungu. Samstundis stendur prosentparturin av føroyingum, sum roykja, í stað, meðan gongdin í grannalondunum er, at alt færri roykja. Eisini sæst samband millum sosioøkonomisk viðurskifti og samlaðu heilsustøðuna hjá føroyingum.
Frágreiðingin um úrslit frá “Hvussu hevur tú tað?” eru tøk her.
Samrøðan úr morgunsendingini er tøk her.
