Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.12.2025 10:21

Heimafriður minnir á jólafriðin

Savnsmynd (Eyp.fo)

Heimafriður

Aftur í ár heitir Heimafriður á reiðarí og kommunur um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum. Heitt verður á tey, ið hava ábyrgdina fyri skipunum, sum liggja við bryggju at sløkkja bæði ljóð og ljós, so nógv sum til ber. 

Heimafriður  heitir á reiðarí og kommunur um at tryggja borgarum, sum búgva nær havnunum, jólafrið. 

Tað er ov nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum um jóla- og nýárshøgtíðina. Bæði óljóð og óneyðuga nógv ljós er til ampa fyri tey, sum búgva nær havnunum. 

Felagið Heimafriður heitir tí staðiliga á reiðarí og kommunur um at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið um høgtíðina. 

Heimafriður ynskir øllum eini gleðilig og friðsæl jól. 

Spjaldur