Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2022 13:01

Heilsuverkið og Setrið um felags føroyska heilsugransking, við altjóða viðurkenning (Løgtingsval 2022)

Mynd: Mona Breckmann Wescott

Lesarabræv

Veit av egnum royndum, hvussu strævið tað er at vera móðir og húsmóðir, samstundis sum ein roynir at lesa fjarlestur, tí tað ber ikki til at lesa sálafrøði á Fróðskaparsetrinum.

Verði eg vald á løgting, er eitt hjartamál til at uppstiga Setrið, so tað fær altjóða viðurkenning javnbjóðis útlendskum universitetum.

Vit eru væl á veg á fleiri økjum, og okkara nógv styrknaði búskapur hevur gjørt tað gjørligt at rinda sjálvi fyri okkara Heilsuverk, ið nú kostar 1,5 milliard og røkir fleiri og fleiri heilusuppgávur nøktandi.

Í Heilsuverkinum eru nú eini 1.300 starvsfólk (harav 150 læknar) við alskyns serkunnleika, sum kunnu ganga inn í eina parttíðar frálæru.

Umframt eiga vit eini 50 læknar uttanlands við serútbúgving, sum kundu fingið eina meiri avbjóðandi starvsleið, um tey sluppu at undirvísa í síni serfrøði.

Her kemur Fróðskaparsetrið inn í myndina.

Frá lítlum og ongum fyri bert 20 árum síðan megnar Løgtingið nú at játta Setrinum 130 mió kr í ár, og har starvast nøkur av okkara best útbúnu fólkum, professarar sum onnur, á ymsum økjum frá náttúruvísindum til humaniora.

Setrinum tørvar altjóða viðurkenning til at kunna undirvísa eisini útlendingum, ið gjalda fyri hesa útbúgving, og fyri at fáa granskingarstuðul uttaneftir.

Eg fari einfalt at virka fyri einum universitetssjúkrahúsi, um tit velja meg á løgting.

Veljið Fólkaflokkin, Lista A.

Mona Breckmann Wescott, valevni