Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2022 11:29

Heilsutrygd søkir kliniskan dietist (Gev gætur! Umsóknarfreistin er longd til 4. november)

Um starvið:

Talan er um fast starv (40 tímar um vikuna) at arbeiða í Eysturoynni og Norðoyggjum.

Starvið verður sett frá 1. desember 2022 ella eftir nærri avtalu.

Starvið fevnir um:

• Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
• Einstaklingaráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga- og tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti og í onkrum føri ovurviðkvæmi (allergi)
• Einstaklingaráðgeving til børn, ið viga ov nógv, hava ovurviðkvæmi ella ikki trívast.
• Ráðgeving í sambandi við fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
• Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum og sjúklingabólkum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerð
• Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
• Skráseta kostviðgerð og sjúkugongd Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

Eitt av endamálunum við tænastuni er, at kostráðgeving verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum, og at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

Førleikar og eginleikar:

Vit vænta, at tú…

• Hevur útbúgving og løggilding sum kliniskur dietistur
• Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum • hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu
• dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika

Postsmoga 52 / Klaksvíksvegur 7 / FO-710 Klaksvík / Tlf. +298 61 40 00 / T-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

• hevur evni at laga teg til broytingar • hevur koyrikort til persónbil

Vit bjóða:

• Eitt fjølbroytt og mennandi starv
• Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
• Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett undir Heilsutrygd. Umsøkjarar mugu tola broytingar í setanarviðurskiftunum.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. november 2022 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Beintu Mohr Leo, kliniskan dietist, beintal@kl.fo, tlf. 793031 ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd pmh@heilsutrygd.fo, tlf. 794003.