Tíðindaskriv
Heilsumálaráðið, ÍSF og Heilsustýrið hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at styrkja fólkaheilsuna í Føroyum og at skapa góðar karmar fyri heilsugóðum lívi í góðum og tryggum felagsskapum.
Avtalan byggir á eina felags sannføring um, at góð fólkaheilsa er ein fortreyt fyri trivnaði og vælferð, bæði hjá einstaklinginum og í samfelagnum sum heild. Øll skulu kunna liva eitt heilsugott lív, frá barni til ellisár, og hava møguleika at vera virkin í heilsugóðum og tryggum felagsskapum.
Umhvørvini kring ítróttin
At íðka ítrótt hevur stóran týdning fólkaheilsuna, og tað er umráðandi, at umhvørvini kring ítróttin eisini stuðla undir heilsugóðan atburð uttanfyri sjálvan ítróttapallin. Ítróttur snýr seg nevniliga ikki bert um rørslu, men eisini um tey virði og vanar, sum verða skapt kring leikvøllin. Tí leggja samstarvspartarnir seg eftir at arbeiða fyri, at hvørki innan- og uttandura ítróttaøki fara at loyva nýtslu av heilsuskaðiligum vørum so sum sigarettum, snúsi, nikotinvørum, orkudrykkjum, rúsdrekka ella rúsevnum. Harumframt er málið, at tað skal gerast lættari hjá øllum í og kring ítróttin at velja heilsugóðan kost. Samstarvið snýr seg eisini um at arbeiða saman um átøk, sum hava til endamáls at økja um rørslu og betra um sálarligu heilsuna hjá føroyingum.
Við nýggju avtaluni um felags átøk vilja partarnir leggja dent á, at:
- skapa trygg og heilsugóð umhvørvi, serliga innan barna- og ungdómsítrótt,
- menna fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk saman við ítróttafeløgunum,
- brúka styrkirnar hjá hvørjum einstøkum samstarvsparti til at røkka góðum og varandi úrslitum.
Samstarvspartarnir eru samdir um, at fólkaheilsa er ein felags ábyrgd og fegnast um, at politiski og heilsufakligi myndugleikin nú ganga saman í samstarv við hægsta felagsskapin innan ítróttavirksemi í Føroyum. Ítróttafeløgini hava ein týðandi leiklut í at røkka út til børn og ung, og tey eru ein natúrligur samstarvspartur í arbeiðinum við at skapa heilsugóðar felagsskapir, har trivnaður og menning eru í miðdeplinum.
Heilsumálaráðið,
Ítróttasamband Føroya &
Heilsustýrið