Róðrarsamband Føroya
Í dag, leygardag 11. januar, hava 12 føroyskir ungdóms- og 2 vaksnir rógvarar, luttikið í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri.
Kappingin var í Gladsaxe Sportshaller og var, sum altíð, vælskipað.
Føroysku rógvarnir kappaðust á 27 av tilsamans 612 setrunum, sum luttóku í kappingini. 14 heiðursmerkir vóru vunnin fyrrapartin og 10 seinnapartin. Ein úrtøka á næstan 100%
Fyrrapartin var kappast í longru teinunum, og seinnapartin vóru lið- og sprintkappingar.
Fyrrapartin fingu allir føroysku rógvararnir heiðursmerkið um hálsin, og seinnapartskappingarnar stóðu onki aftanfyri fyrra partin av degnum.
Fyrrapartin vann Sarita Kristina Hansen lættvektsbólkin 30-39 ár við tíðini 7:25.4. Hetta er danskt met í hesum bólkinum.
Sarita vann eisini lættvektsbólkin 30-39 ár í 500m við tíðini 1:40.4.
Jógvan vann U12 dreingir við 460m
Natasja vann U13 gentur við 498m
Martin vann U13 dreingir við 534m
Sirið vann U14 gentur við 761m
Victoria bleiv nr. 2 í U14 gentur við 744m
Arnar bleiv nr. 2 í U14 dreingir við 819m
Føroysku rógvararnir róðu seg til 1, 2 og 3 pláss í U16 gentur.
Petra vann við tíðini 7:45.9, sum er persónligt met.
Kristvør bleiv nr 2 við tíðini 7:48.2, sum er persónligt met
Vár bleiv nr 3 við tíðini 7:54.9
Rúnar vann U16 dreingir við tíðini 6:43.0, sum er persónligt met.
Teitur bleiv nr 2 í bólkinum U17 dreingir við tíðini 6:36.2, sum er persónligt met.
Pauli bleiv 2. pláss í U18 bólkinum við tíðini 6:24.2, sum er personligt met.
Seinnaparturin byrjaði við, at Natasja, Martin og Jógvan róðu 100 metur sprint í U13 bólkinum. Tey blivu nr 1, 1 og 2.
Síðani róðu Sirið, Victoria og Arnar í U15 sprint á 200 metur. Tey blivu nr 2, 1 og 4.
Seinni U17 við 200 metur sprint, har Petra, Vár, Kristvør, Rúnar og Teitur luttóku. Tey blivu nr 2, 1, 9, 3 og 7.
At enda róðu Pauli og Vár Guriardóttur Hansen. Tey blivu nr. 2 og 1
Ein sera góður dagur, har føroysku rógvararnir enn einaferð prógvaðu, at teir hoyra heima í altjóða inniróðra elituni.
Hjartaliga tillukku øll somul – tit ríka okkum við tykkara styrki og treiskni.
Vit ynskja eisini Zoe E. Dickson og Símun Tórur Joen-Jacobsen tillukku við teirra úrslitum. Tey eru í lestrarørindum í Danmark og kappast tískil í donskum feløgunum.
Ulrik Andersen, sum hevur teknisku ábyrgdina av øllum kappingum hjá Róðrarsambandinum, var eisini við aftanfyri leiktjøldini í dag. Hann hjálpi fyriskiparunum og Concept2 at avgreiða tann tøkniliga partin av kappingini.
Ferðalagið kemur heim aftur sunnudagin seinnapartin.