Mynd: Skíggjamynd
Í illfýsa veðrinum á Tórsvølli í kvøld vunnu Føroyar uppiborið ein 2-1 sigur móti Turkalandi.
Hálvleiksstøðan var 0-0. Men tað vóru føroyingar, sum kundu vera meira nøgdir við avrikið í fyrra hálvleiki, har tað allarmesta hevði rigga hjá okkara monnum, har allir raktu einum høgum støðið.
Og sama støða helt sær í seinna hálvleiki. Seks minuttir eftir steðgin varð tað liðformaðurin Viljormur Davidsen í sínum 62. landsdysti skoraði eftir sera gott arbeiði av Víkingaleikaranum Sølva Vatnhamar, sum var aftur aftaná leikbann.
Nú vóru turkar skelkaðir og í 59 minuttir øktu Jóan Símun Edmundsson til 2-0, tá ið hann sendi bóltin vakurt í málið frá spískum. Jóan Símun Edmunsson hevur nú skorað átta mál í føroysku landsblusuni.
Turkar minkaðu um munin í 89 minutti, og hóast onkur spent støða var frammanfyri føroyska málið, so helt støðan sær, og tí kundu Føroyar og allir føroyingar gleðast, tá dómarin bríkslaði av fyri seinastu ferð.
Eitt gott úrslit av okkara monnum, sum nokk fer at hoyrast nógv um runt í evropa og fótbóltsheiminum komandi tíðina.
Deil á Facebook