Sunnudagin 9. november 2025 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, har listamaðurin Heðin Kambsdal sýnir fram nýggjar málningar.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til hálvan desember.
Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00.
Tað verður eisini lættari ábit, okkurt leskandi umframt tónleikur. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu kemur at røða.
Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt.
Gamla Seglhúsið – Klaksvíksvegur 48
