Runavíkar Havn
Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin fáa vit vitjan av ferðamannaskipinum Hebridean Sky hjá Noble Caledonia. Skipið kemur fyrst inn á Kongshavn hóskvøldið og setur síðani kós móti Elduvík fríggjakvøldið. Leygardagin verður lokala cruisetoymið í Elduvík til reiðar at vísa teimum 95 gestunum – meginparturin úr Bretlandi – bygdina.
