Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.12.2025 21:02

Havstovan – lykil til vitan og varandi fiskiveiðu

Mynd: Tilfeingis- og vinnumálaráðið

Tilfeingis- og vinnumálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjaði í dag Havstovuna, har Marita Rasmussen, stjóri, tók ímóti og greiddi frá virkseminum á stovninum, sum fevnir um stovnsmetingar av føroysku botnfiskastovnunum, uppsjóvarfiski í samstarvi við strandarlondini, umframt fiskastovnar, har føroysk áhugamál eru.

Á vitjanini greiddi Jan Arge Jacobsen frá gongdini í uppsjóvarstovnunum, og frá tí arbeiði, sum liggur aftanfyri stovnsmetingar og ráðgeving. Greitt varð frá, hvussu Havstovan í samstarvi við hini strandarlondini savnar og greinar dátur, og hvussu hesi úrslit verða brúkt í ráðgevingini til myndugleikarnar.

Havstovan er ein óheftur ráðgevandi stovnur undir Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, og hevur ein avgerandi leiklut í at tryggja burðardygga gagnnýtslu av fiskastovnunum. Granskingin fevnir bæði um stovnsmetingar av botnfiski og uppsjóvarfiski, og um kanningar av havumhvørvinum, sum økja um vitanina um tey viðurskifti, ið ávirka fiskatilfeingið.

Við einum høgum fakligum støði, millumtjóða samstarvi og støðugari menning er Havstovan eitt sterkt grundarlag undir eini ábyrgdarfullari og framkomnari fiskivinnu, sum skal tryggja Føroyum varandi inntøkur frá fiskatilfeinginum – eisini í framtíðini.