Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2022 09:56

Havsbrún keypir partabrøv í FF Skagen

Mynd: FiskerForum

Havsbrún eigur nú fjórðingin í FF Skagen, veit KVF at siga í dag.

Sambært KVF, so hevur Havsbrún keypt partabrøv frá FF Skagen Fond og eigur nú 25,1 prosent í FF Skagen.

Hornsnes Invest hevur eisini keypt partabrøv í FF Skagen Fond.

Reiðaríini Asbjorn, Beinur, Isafold og Ruth, øll í Hirtshals, eiga Hornsnes Invest, sum var stovnað í 2018.

Tað vóru fiskimenn í Skagen, sum stovnaðu FF Skagen í trýssunum.