Fyri einum 90-100 árum síðani fingu gøtumenn tvær smáar atløgubryggjur til árabátar og deksbátar. Undir krígnum fóru teir undir ta stóru kaigerðina í Norðragøtu, og tey næstu árini vaks skipatalið. Rithøvundin setir søguna um havnarløg, bátar og skip í 1000 ára søguligan karm og hevur eisini viðmerking til ætlaðu havnargerðina norðan fyri Tjørnunes.
Havnin í Norðragøtu varð liðug og vígd á heysti 1945. Smyril var komin við gestum. Eftir vígsluna var stór veitsla. Men tað vildi so illa til, at gestirnir eftir veitsluna fingu leyst lív.

Sagt verður, at Tróndur hevði skip síni á Skipanesi. Bátar og skip hava tá uttan iva eisini staðið í Gøtu, Leirvík og Fuglafirði. Í teimum bygdunum eru víkingaaldargarðar ávístir.
Í Hundabrævinum frá um 1350, verða tær flestu bygdirnar í landinum nevndar. Gøta nevnd sum ein bygd. Men í brævinum um Tingfaratoll frá um 1400 eru bert fáar bygdir nevndar við navni: Í Norðstreymoy Kvívik, Vestmanna og Saksun; í Eysturoy eystan fyri Fjarðará Oyndafjørður, Fuglafjørður og Gøturnar báðar – Vestmenn og eystmenn. Norðragøta og Syðrugøta eru hvør sín jarðarbygd. Syðrugøta hevur strandrætt við Skálafjørðin, men tað hevur Norðragøta ikki.

Um aldarmótið 1900 høvdu syðrugøtumenn ein bát, tíggjumannafar, “Hvanngarður” nevndur, á lunni í haganum hjá syðrugøtumonnum norðan fyri Nesið, Skipanes. Norðragøtumenn høvdu tíggjumannafarið “Heimdal” á lunni í haganum hjá søldfirðingum sunnan fyri Nesið. Um tað mundið var Eysturoy ein kommuna, sum var um at fara í tvíningar ella meira enn tað.
Tað mundi vera orsøkin til, at norðragøtumenn lótu smíða ein seksæring, sum fór úr bakkastokki í 1907 og nevndur “Heimdal”. Men hann varð altíð róptur “Gøtu-Tróndur” fyri at halda upp á hevdsrættin við Skálafjørðin.


Vanlukkudagin 25. juli 1655 fórst seksæringurin hjá Hans Harde presti, og øll tey 21, sum við vóru, sjólótust: Hans Harde prestur, konan og sjey børn og bátsmanningin – tólv menn. Tey vóru á veg úr Hvalba til Havnar, men sjólótust norðan fyri Skálhøvda. Eftir ta vanlukkuna síggi eg ongan seksæring, fyrrenn “Gøtu-Tróndur” varð smíðaður eini 250 ár seinni.
“Hvanngarður” varð smíðaður í Oyndarfirði um 1830. – Men 130 ár fyri ta tíð, í 1698, smíðaði Pól Poulsen á Ytra Skála eitt tíggjumannafar til Fríðrik Gabel til vaktarskip. Skipari varð Niels Zachariassen av Eiði.

Innan vika kunna vit siga fyri og eftir 1929. Hetta árið varð nýggi skúlin við Gøtugjógv innvígdur, og turkhúsið í Syðrugøtu bygt. Marius Berg bygdi fiskahús við Gøtugjógv, og í Norðragøtu bygdi Tummas Jákup Thomsen nýtt fiskahús, pakkhús, upp í handilshúsini frá 1882. Nær Tummas Jákup gjørdi brúnna, er ikki greitt, men hon varð bygd í tveimum umførun, Eg hugsi, at fyrra umfarið var fyrst í 1920unum til motorbátin “Brynhild” og seinna síðst í 1920unum til sluppirnar “Esther” og “Wilhelminu”.
Handilin frá 1882 hevði Óla Jákup á Bakkanum bygt. Frammanundan hevði hann siglt úti í eini 11 ár og fór nú at handla. Sunnara helvtin var íbúð. Bygningurin stóð uppi til síðst í 60unum.
Í 1936 varð ein lítil atløgubryggja til opnar bátar gjørd í Syðrugøtu, og í 1954-55 varð ein kai gjørd.

Í 1914 fekk Absalon Jacobsen á Dunga, nevndur Absalon á Skála, motorbátin “Bjørn”, sum hann hevði til 1916. Hann hevði tá handil, fiskahús og íshús i Syðrugøtu. Jóan Pauli Gregersen hevði seinni handilin.
Í 1919 lótu brøðurnir Petur Jákup og Tummas Jákup Thomsen og aðrir motorbátin “Brynhild” byggja. Hann broytti nógv. Tað bar til at hava bátin alt árið liggjandi á Gøtuvág. Teir høvdu hann til 1938. Um1940 fingu brøðurnir báðir, Sámal og Anton Hansen og Símun Petur Dalheim og Meinhard Jensen, motorbátin “Eyðbjørg”, sum teir høvdu til 1955 ella har á leið. Hann lá eisini alt árið á Gøtu. Tá ið kain var gjørd, lá hann í kaihylinum.
Undir krígnum fór Gøtu kommuna undir stóra havnargerð í Norðragøtu, men eg veit lítið um tað arbeiðið. Sum nevnt varð havnin, nevnd kaiin, vígd á heysti 1945. Nógv virksemi hevur verið her. Eitt ár eftir at kain var liðug, til jóla 1946, kom koltrolarin “Tróndur í Gøtu”. Øll bygdin var við í hesi ætlan. Hann kostaði einar 400.000 kr.

“Tróndur í Gøtu” fiskaði fyri einar 1,2 milliónir krónur um árið tvey tey fyrstu árini. Fiskurin var nógvur, stutt at sigla, og prísurin var góður. Tá ið “Tróndur” kom, var eingin slupp í Gøtu. Tá ið hann tíggju ár seinni, í 1957, varð seldur av landinum, vóru fleiri sluppir komnar: “Fimmsystkin”, “Báran”, “Sporið” og “Gulenni”, sum var 60 tonsari. Í 60unum og 70unum vórðu sluppirnar søktar.
Í teimum fátæksligu 50unum vórðu eini 13-14 hús bygd í Norðragøtu: 11 inn við ánni, frá Jacob Frederik Øregaard til Símun Karl Thomsen í Blásastovu”, og 2-3 ytri í bygdini.
Sluppirnar vóru farnar, men í 1970 vóru ístaðin komnir nótabátarnir “Finnur Fríði”, “Saturn” og “Geyti Reyði” og ídnaðartrolarin “Sporið”.

Í 1972 kom “Jupiter”. Fyrsta metsølan hjá honum var á heysti 74 ella 75. Vit seldu 9.150 kassar av sild til matna fyri 878.000 krónur. Sildin varð fingin í einum kasti. Manningin fekk um 15.000 krónur í part. Til sammetingar kan nevnast, at fyrsta heilárs inntøkan við “Finni Fríða”, tað var í 1964, var um 15-20.000 krónur, sum í 1974 svaraði til einar 50-60.000 kr. Sum Erth Mikkelsen, skiparin á “Skálafossi”, tók til: “at fáa fyri eina nýggja nót í einum kasti!” Vit høvdu fingið nýggja nót, sum kostaði einar 700.000 krónur.

Eftir at stálskipini komu í 1960unum, hava skip ligið á Gøtu í øllum veðri. Nógvar neyðugar ábøtur og útbyggingar hava verið gjørdar: Fiskahús, Kaihúsið frá umleið 1945, Tyrlahúsið frá um 1950, Fiskamjøl frá um 1955 og Harenga í 1971.
Í 1980unum var eitt grótkast lagt heiman fyri Enni. Hevði Varðin saman við øðrun bygt svartkjaftavirkið á havnarlagnum, sum ætlanin var, hevði kai uttan iva verið gjørd út við grótkastinum og longd, so hvørt skipini gjørdust størri. Tá høvdu frystigoymslur verið sprongdar inn í bergið úti í grótbrotinum, og grótið koyrt í eina havnargerð úti á Enni.

Eysturkommuna átti at samtykt at gera eitt grótkast út úr Enninum við gróti, sum kemur eystur úr bergholinum í Gøtudali. Tað er bert ein kilometur at koyra grótið haðani. Tað verður ein góð havn. Grótkastið har fer at verja ímóti lágættini, og tað heimara at verja ímóti høgættini. Tað er sjógott út um Stórugjógv. Rákið kemur ikki heim til gjónna, og tað er lítið av tvørgangandi aldu á víkini. Har aliringar liggja, er lítil sjóarilska – er sjógott.
Eitt grótkast út úr Gøtugjógv vil vera nógv minni til gagns enn eitt grótkast út úr Enninum. Í illveðri á lágætt koma tær síðstu aldurnar inn í Torvuna og fara í sor við nógvum sjóroki. Meira gera tær ikki.

Havnin norðan fyri Tjørnunes
Hóast Gøtu kommuna ongantíð hevði ætlað at gera kai á Tjørnunesi, hevði Poul Hansen í Tórshavn onkuntíð um 1950 ætlan at byggja eitt fiskahús á Tjørnunesi, men tað var av ongum. Tað gjørdist seinni Bacalau í Havn.
Einki bendir á, Absalon á Skála hevði í hyggju, tað eg veit, at gera nakað av týdningi á Skipanesi, har hann hevði sildaarbeiði, áðrenn hann í 1924 fór yvir á Skála.
Tað verða einar 20 sjómíl at sigla úr Gøtu til ætlaðu havnina norðan fyri Tjørnunes. Tað er langt at sigla yvir á Skálafjørðin. Tað eru einar 12 sjómíl at sigla úr Runavík og inn um Tjørnunes og útaftur – einar 6 sjómíl hvønn vegin.
Gøta er við sínum havnum nærri knýtt at Fuglafirði enn at Skálafjørðinum. Í 1950unum høvdu gøtuskipini teym í Fuglafirði. Tað er ivasamt, hvussu nógv gøtuskipini fara at brúka havnina norðan fyri Tjørnunes. Skipini hjá Varðanum fara uttan iva at brúka Tvøroyri, Fuglafjørð, Runavík og havnina norðan fyri Tjørnunes.
Eitt sindur um Skálafjørðin, Kongshavn og Skipanes
Kongshavn
Magnus Heinason var hálvbróðir Jón løgmann, sum gjørdist løgmaður í 1572 og búði í Lamba. Vit vita nógv um Magnus, men lítið um skip hansara, men vita, at tey lógu á Skálafjørðinum. Eftir 10 ár í Hollandi kom hann heim aftur til Noregs, har hann tá búði. Í 1579 fingu hann og bróðirin handilsrættindini í Føroyum, og Magnus royndi at verja oyggjarnar og royndi eisini í 1581 at finna Grønland. Magnus Heinason var kanska av órøttum dømdur til deyða og hálshøgdur 18. januar 1589.
Í 1615 valdi Jørgen Daa, danski admiralurin, sum kom til Føroya við tveimum skipum, “Vægten” og “Jupiter”, Skálafjørðin til herskipahavn. Eftir tað varð Skálafjørðurin nevndur Kongshavn, sí Lucas Debes bls.109. Tað var tann ytri parturin av fjørðinum, sum kallaðist Kongshavn. Á sumri 1616 kom Jørgen Daa til Føroya við fýra herskipum. Tey lógu í Kongshavn, “Victor”, “Enhjørningen”, “David” og “Jupiter”. Bróðursonur Magnus Heinason, Mikkjal í Lamba, gjørdi stóra veitslu fyri Jørgen Daa og yvirmonnum hansara. Jens Munk, næsti maðurin hjá Jørgen Daa, og seinni kendur rannsóknarmaður, var við “Enhjørningen”, sum menn máttu fara av í Hutsondey á vári 1620.
Skipanes
Sørin E. Múller reiðari í Tórshavn keypti í 1905 eina trøð á Skipanesi og gjørdi eina bryggju har í 1914. Í 1914 var eisini Kongshavnar havnarstýri sett á stovn. Tað umboðaði allar kommunurnar við fjørðin. Inntøkurnar vóru havnagjøldini, og yvirskotið varð býtt millum komunurnar. Gøta fekk 15 %. Til dømis í 1984 svaraði hetta til 40.000 kr. yvir tvey ár.
Hesin peningurin skuldi brúkast við fjørðin, men kommunurnar fóru i sjálvdrátt um, hvussu peningurin skuldi nýtast. Gøtu kommuna helt ikki tað vera skilagott at brúka peningin til nakað norðan fyri Nesið. Í 1970unum varð strongt á Gøtukomunu. Alingin, sum varð byrjað á fjørðinum, gjørdi, at ein bátahylur varð gjørdur undir Gøtueiði, men alingin á fjørðinum helt uppat. Hetta var einasta ítøkiliga havnaríløgan, sum Gøtu kommuna gjørdi við fjørðin í eini 100 ár.
Í 1933 seldi einkjan, Ebba Múller, sonarkona Hans hjá Sørin, trøðna til Jógvan Jacobsen í Stórustovu í Tórshavn fyri 30.000 kr. Hann seldi trøðna til A/S Skipanes. Í felagnum vóru Tummas Jákup Thomsen í Norðragøtu, Símun Pauli úr Konoy við Gøtugjógv og Jóan Fredrik Skibanes á Skipanesi. Kanska eisini einkjan Ebba Múller. Felagið varð skrásett í 1934 og strikað í 1941. Tvídrátturin um strandarættin á Skipanesi gjørdi, at har spurdist einki burturúr; sí O. Djurhuus Samstarv bls. 71. Eftir tað átti Símun Pauli úr Konoy tað nógva av Skipanesi.
Mjólkarbátarnir góvust at sigla inn á Skipanes. Á Skálafjørðinum sigldu teir bert inn á Toftir og Strendur.
Heri Thomsen hjá Tummas Jákup fór tíðliga upp í flutningsvinnuna. Hann hevði lastbilar og seinni farmaskip. Heri lat byggja ein goymslubygning nakað innan fyri kaiirnar í Søldarfirði. Nú hevur skipafelagið Navigare Shipping hetta lendið. Tað sigst, at Varðin og Gulakur Madsen eru komnir upp í felagið.
Tað er nógv gott at siga um Skálafjørðin, men hann kann verða lúnutur. Tvey skip hjá gøtumonnum róku á land á fjørðinum, og reiðaríni fóru av knóranum. Skipini vóru “Galatar”, nevnd “Galatea”, hjá Mariu Berg og “Wilhelmina” hjá P/F Vón í Norðragøtu.
Sigfríður Joensen
