Sjóvar kommuna
Nú er verulig gongd komin á útbyggingina av kajina á Hulki, síðani nýggi kranin kom.
Fyri 5-6 árum síðani bleiv norðara bryggja gjørd av nýggjum, hon bleiv flutt longur út á fjørðin, so at dýpi nú er 12 m.
Síðani er virksemi vaksið nógv á Hulki.
Kommunustýri samtykti í fjør, at vaksa um kajkantin inni á Hulki, soleiðis at norðara bryggja verður longd suðureftir við 70 m og sunnara bryggja longd 20 m norðureftir.
Eftir útbyggingina verður norðara kaj 177 metrar og sunnara kaj 70 metrar.

Tað er P/f Rókin í stendur fyri arbeiðinum.
