Sunda Kommuna
Sunda kommuna søkti nýggja starvið sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari leyst í september. Talan er um eitt fjølbreitt og samansett starv, og Sunda kommuna ynskti ein við sjóvinnuligari-, tilbúgvingarligari- ella handverksligari útbúgving.
8 umsøkjarar vóru til starvið, og Sunda kommuna hevur sett Magnus Madsen í starv sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari. Magnus er 52 ára gamal kvívíkingur búsitandi í Leynum. Magnus er útbúgvin maskinmeistari, innsatsleiðari og elektrikari. Magnus kemur úr starvi í Vága Floghavn, har hann hevur starvast síðan 2007, fyrst sum brandmaður og síðan sum átaksleiðari síðan 2012. Magnus byrjar í starvinum í november.
Vit í Sunda kommunu ynskja Magnusi vælkomnum.
Deil á Facebook