Lesarabræv
Hamas leyp á Ísrael tann 7. oktober, og fleiri enn trý túsund yvirgangsmenn floymdu inn í ísraelsku kibbutzirnar (bygdasamfeløg) við einans endamáli, at drepa so nógvar ísraelar sum gjørligt. Ikki varð gjørdur munur á pinkubørnum, smábørnum, ungum kvinnum, monnum ella eldri, øll sum fyri vóru, vórðu slaktað á ræðuligasta hátt.
Henda leygarmorgunin drópu yvirgangsmenn fleiri enn 1300 ísraelar. Somu yvirgangsmenn rændu við sær inn í Gaza fleiri enn 240 fólk, millum teirra eitt 9 mánaðir gamalt pinkubarn.
Heimurin hevði samkenslu við Ísrael í 24 tímar. Tá ið so Ísrael fór inn í Gaza at leita eftir sínum rændu borgarum og fyri at gera av við yvirgangskropparnar, koppaði samhugi heimsins til gløðandi hatur. Jødahatur ið hevði ligið í dvala í 75 ár, stóð brádliga í ljósum loga eisini í havnargøtum.
Hvør hevði væntað, at nakrir føroyingar, ósmædnir og alment vísa vanvirðing fyri Ísrael, men velja at stuðla ein yvirgangsstati sum Gaza? Tað er bæði skammiligt og óvirðiligt.
Hesi fólkini, ið regluliga savnast í “Speakers Corner” í Havn, vísa hvussu heilt eiðasør og lítið vitandi tey eru, tá ið tað snýr seg um miðeystursøgu og – politikki. Vit plaga at siga, ”latið ei søguna doyggja”, men tað er hon sanniliga í ferð við hjá hesum neyðars fákunnugu í “Speakers Corner”. Um tey vistu nakað sum helst um søgugongdina í sambandi við Ísrael, so høvdu tey slept sær smoykin og kinnareyð burtur og slept palestinska flagginum frá sær, sum egyptarin og yvirgangsmaðurin Yassir Arafat sniðgav í 1964.
Síðani føroyska sendistovan varð sett á stovn í Ísrael, er útflutningur Føroya til Ísraels fleirfaldaður. Í 2020 varð útflutt fyri 164.000 kr. Í 2022 var útflutningsvirðið vaksið til 100,121 mió. kr., vaksið 700 prosent!
Tað vil aftur siga, at útflutningur Føroya til Ísraels fór fram um útflutning Føroya til lond sum Finnland, Grikkaland, Írland, Svøríki, Portugal, Ukraina, Belgia, Japan og Turkaland.
Ísrael flutti seg, mett í virði, frá at vera nr. 56 av 66 móttakaralondum av føroyskum vørum í 2020, til at verða nr. 20 av 72 londum í 2022.
Sendistovan saman við øðrum hevur verið millumlið í at menna áhugan hjá ísraelskum ferðafólkum at koma til Føroya. Fyri fyrstu ferð koma í 2024 fleiri bólkar av ferðafólki úr Ísrael til Føroya. Hesi leggja eftir seg pening á gistingarhúsum, matstovum, útferðum v.m.
Svenning av Lofti
Ísraelskur heiðurskonsul í Føroyum
Deil á Facebook