Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2025 16:27

Hátíðarhildu trúføstu starvsfólkum á Navigare í Søldarfirði

Mynd: Navigare

Navigare skrivar soleiðis á heimasíðu síni eftir at starvsfólk hevur verið í drúgvari tænastu hjá felagnum.

Vit hava í seinastuni fagnað trimum av okkara trúføstu starvsfólkum, sum hava hátíðarhildið starvsdagar. Talan er um Jan Højgaard, sum hevur starvast í felagnum í 40 ár, Anfinn Højgaard í 35 ár, og Heðin Poulsen, sum hevur verið í felagnum í 25 ár.

Í hesum sambandi skipaðu vit fyri einari hugnaligari løtu á skrivstovuni saman við familju og starvsfeløgum teirra.

Álvur segði nøkur orð og takkaði teimum fyri drúgva og trúgva tænastu og handaði teimum gávur sum eina tøkk fyri teirra stóra íkast til felagið gjøgnum árini.

Vit eru sera takksom fyri teirra arbeiði og ynskja teimum hjartaliga tillukku við starvsdegnum!

Mynd: Navigare