Mynd: Sunda kommuna
Hósdagin í síðstu viku var stórt hátíðarhald á Dagstovninum á Flatinum har heili tólv starvsfólk vórðu heiðraði fyri í alt 235 ára starvsdag. Tær, ið vórðu heiðraðar hava arbeitt á Flatinum í ávikavist 30, 20 og 15 ár. Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
Víðari skrivar heimasíðan, at tað munnu ikki verða nógv arbeiðspláss í Føroyum, ið kunnu erpa sær av at útvið helmingurin av teimum 27 føstu starvsfólkunum hava verið í starvi í meira enn 15 ár.
Vegna korona og aðrar umstøður hava starvsdagar ikki verið hátíðarhildnir á Dagstovninum á Flatinum síðani 2019. Tá so hátíðarhaldið endiliga varð sett á skrá í síðstu viku, vóru tað heili tólv starvsfólk, ið áttu heiður uppiborið. Tvær av teimum høvdu 30 ára starvsdag, fimm 20 ára starvsdag og fimm 15 ára starvsdag.
Av tí at nakað av tíð er síðani seinasta hátíðarhald er samlaði starvsaldurin hjá hesum starvsfólkunum komin upp á heili 257 ár, men vórðu tær heiraðar fyri teir rundu starvsdagarnar, tvs. 235 ár tilsamans. Hetta kann ikki merkja annað enn at fólkini trívast og halda at tað er gott at starvast hjá Sunda kommunu 🙂
Tær, ið vóru heiðraðar eru:
– Sólrun Dam, 30 ár
– Lis Gregersen, 30 ár
– Oddbjørg Vang, 20 ár
– Diana Andreassen, 20 ár
– Beinta Dahl Ennigarð, 20 ár
– Jónvør Andreassen, 20 ár
– Sunnrid Eyðunsdóttir, 15 ár
– Marita Joensen, 15 ár
– Jana Madsen, 15 ár
– Jónvá Ennigarð, 15 ár
– Marita Ellingsgaard, 15 ár
– Rosa Prestá, ið hevur verið leiðari á Dagstovninum á Flatinum í yvir 20 ár.
Sunda kommuna takkar teimum øllum fyri teirra sera góða arbeiðið og ynskir teimum hjartaliga tillukku. Sjálvandi vóna og vænta vit eisini at tær halda fram í nógv ár afturat.
Deil á Facebook