Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2026 15:21

Hátíðarhald á Hulki – Vaðhorn í meira enn hálva øld (myndir)

Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn bjóðaði vælkomin. Mynd: Eysturoyarportalurin

Saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum hevði í morgun, leygardagin 6. juni, bjóða øllum til hátíðarhald á virkinum á Hulki, nú virkið hevur verið til í meira enn hálva øld.

Dagurin byrjaði kl. 10.00 við morgunmati til gestirnar.

Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn, bjóðaði øllum vælkomin og samstundis heiðraði virkið eisini 40 ára starvsdagin hjá Jansy Brøðraberg, sum fekk handað ein vakran málning frá stjóranum.

Árni Gregersen helt síðani eina røðu har hann greiddi frá um bókina sum hann hevur skrivað um Vaðhorn, meðan Tórbjørn Jacobsen hugleiddi um áhugaverdu søguna hjá Vaðhorn frá byrjan til dagin í dag.

Vaðhorn var stovnað tann 29. apríl í 1973 á Eiði. Men hevur í dag heimstað á Hulki á Strondum. Eigarar eru Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen.

Myndir: Eysturoyarportalurin