Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2025 12:46

Harðskapur í barnaárum álvarslig árin á útbúgving og lívsmøguleikar

Helpless Child - Child Protection

Fróðskaparsetur Føroya

Kanning fyri Almannaráðið vísir, at harðskapur í barnaárum hevur álvarslig árin á útbúgving og lívsmøguleikar 

Kanningin, sum Fróðskaparsetur Føroya og Lóður hava gjørt fyri Almannamálaráðið, er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health.

Kanningin er grundað á svar frá 1.068 vaksnum føroyingum og varpar ljós á, hvussu útbreiddur likamligur, kynsligur og kensluligur harðskapur er millum vaksin í Føroyum.

Úrslitini vísa millum annað, at slíkur harðskapur hevur álvarslig árin á heilsu, møguleikar fyri útbúgving og fyri at virka í samfelagnum.

Høvuðsúrslit:

•    34,8% av luttakarunum hava verið fyri likamligum harðskapi, 21,8% fyri kynsligum harðskapi, og 22,3% fyri kensluligum harðskapi.

•    12,6% av kvinnunum og 7,6% av monnunum hava upplivað øll trý sløg av harðskapi.

•    Harðskapur, sum varð framdur í barnaárum, hevði størri neiliga ávirkan á heilsu og útbúgving,  samanborið við harðskap, sum varð framdur í vaksnamannaárum.

•    Tey, ið ikki hava tikið eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla, eru yvirumboðað í at hava verið fyri harðskapi.

•    Tey, ið hava verið fyri harðskapi, høvdu størri sannlíkindi fyri at vera uttan fyri arbeiðsmarknaðin og at móttaka almannaveitingar.

Munir millum kynini:

•    Kvinnur høvdu 50% minni sannlíkindi fyri at vera fyri likamligum harðskapi, men meira enn tríggjar ferðir størri sannlíkindi fyri at vera fyri kynsligum harðskapi samanborið við menn.

•    Sannlíkindini fyri at uppliva kensluligan harðskap vóru ikki treytað av kyni.

Niðurstøða:
Kanningin vísir, at harðskapur kann hava álvarslig langtíðarárin, serliga tá hann fer fram í barnaárum.

Hesi úrslit vísa á stóra tørvin á málrættaðum átøkum og stuðulsskipanum fyri at basa og fyribyrgja harðskapi og fylgjum av harðskapi í Føroyum.

Skrivað greinina hava: Tóra Petersen, Nám; Heri Joensen, Lóður; Heri á Rógvi, Lóður; Magni Mohr & Anna Sofìa Veyhe, Fróðskaparsetur Føroya.

Lesið greinina her.