Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2022 17:56

Hans Jørgen Djurhuus: “Eg vænti mær ein javnan dyst”

Mynd: Høgni Jógvanson

Ein av heilt royndu leikarunum, sum vann fleiri steypafinalur er miðvallargeneralurin Víkingalegendan Hans Jørgen Djurhuus.

Hans Jørgen gavst fyri nøkrum árum síðani sum aktivur leikari, men hevur verið innan føroyska fótbóltsheimin, sum venjari og seinast sum hittinorðaður viðmerkjari á Rás 1, saman við Rúna Klein Joensen.

Eysturoyarportalurin hevur vent sær til Hans Jørgen, fyri at hoyra hvat hann hevur at siga um steypafinaluna.

Hvussu er at standa uttanfyri vøllin, nú tú í nógv ár vart ein partur av “steypaliðinum” hjá Víkingi?

Tað er ræðuligt, havi ikki ordiliga vant meg við tað enn, men tað er nú einaferð sodan við lívinum. Alt fær ein enda, so nú læri eg meg at vera áskoðari ístaðin fyri.

Hvat fyri ein dyst væntar tú tær leygarkvøldið?

Eg vænti mær ein javnan dyst, sum allir hinir tríggir dystirnir í ár hava verið móti KÍ. Har KÍ verður spælistýrandi, meðan Víkingur bíðar eftir umstillingum.

Hvat heldur tú eru styrkirnar og veikleikarnir hjá liðinum báðum?

Styrkirnar hjá báðum er, at tey vita hvat tey duga best og hvat skal til fyri at vinna fótbóltsdystir. Tey hava leikarar, sum kunna avgerða fótbóltsdystir. Dugi ikki, at síggja nakran veikleika hjá hesum báðum liðinum til steypafinaluna.

Hvussu heldur tú at kappingarárið hjá Víkingi hevur hilnast í ár?

Tað hevur hilnast væl. Teir ungu mennast og teir gomlu levera, so alt í alt, eitt fantastiska flott avrik hjá okkum. Men enn er eitt nokkso stórt lop upp til FM, men vónandi halda allir áfram og so taka vit KÍ næsta ár.

Hvør leikari hevur imponera teg mest hjá Víkingi í ár?

Bergur, Olaf og Bárður á Reynatrøð hava imponera meg mest í ár. Sølvi vita vit øll hvat hann klárar, so tað er ikki so yvirraskandi, sjálvt um eg havi hann til ársins leikara.

Hvat úrslit tippar tú?

2-1 til Víking, har Lava ger bæði málini.